Tað hevur staðið á gomlum nøglum av og á, tí fleiri røddir í løgtinginum hava verið sera ivasamar um hesa dýru verkætlan – og so er tað vandin fyri at ein verkæltan í høvuðsstaðnum kann fara fyri bakka av lokalpolitiskari telving í løgtinginum. Men tíbetur hevur tað verið skilvísi, sum ráddi, og tað kunnu vit fegnast um.
Nógv hevur seianstu tíðini verið tosað um fólkavøkstur – og í øllum hesum kjakinum er júst útbúgving og útbúgvingarstovnar ein hornasteinur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum, legði beint í vaðið við at vísa á, at næsta stigið eigur at verða at eitt universitet á Debesartrøð.
Arbeiðsbólkurin, sum herfyri handaði landsstýrinum álitið um Fólkaflyting og fólkavøkstur vísir á, at alt fleiri ung flyta av landinum at nema sær útbúgving, og at greiðar ábendingar eru um, at umleið helvtin av teimum, sum fara, ikki venda heima aftur eftir loknan lestur.
Og tað er eitt stórt vandamál í sjálvum sær, tí tað skeivklar samfelagsmyndina, at so stórur partur av unga fólkinum fer burtur – og enn verri, at ein alt ov stórur partur ikki kemur aftur.
Vit kunnu sjálvandi seta spurningin, um tørvur er á øllum hesum útbúnu fólkunum – og um tað tí ikki er nátúrligt, at ein ávísur partur av teimum best skúlaðu ikki flytir aftur til landið. Tað er eyðsæð, at vit skulu ávísa, hvørjar útbúgvingar eru mest neyðugar og fáa skipað so fyri, at fólk taka slík atlit, tá tey velja sær útbúgving.
Men vit kunnu ikki bara sita hendur í favn og hyggja, meðan alsamt fleiri av hesum best útbúnu fólkunum ikki koma heimaftur.
Tí sjálvandi vilja vit hava tey at búgva í Føroyum.
Spurningurin er so, um forni hakin hjá mentamálaráðharranum eisini er førur fyri at loysa flagið til nýtt Fróðskaparsetur. Men eyðvitað skal meira enn ein politiskur bulldosari til at fremja ta sakina í Løgtinginum.