ODDAGREIN: Háð ímóti fólki

Nú er greitt, at samráðingar fara fram í loyndum millum landsstýrið og donsku stjórnina um framtíðarstøðu Føroya. Løgmaður royndir at til einkisgera hesar samráðingar og sigur, at talan er bara um óformligar samráðingar millum danskar og føroyskar embætismenn. Men hinvegin er eisini greitt, at løgmaður og forsætisráðharrin hava funnið gott stev í telefonsamrøðum um nýggju tilgongdina í fullveldismálinum.


 

Tað er altíð ein spurningur, hvussu afturlætnar ella opnar einar samráðingar millum tveir stjórnarmyndugleikar skulu vera. Varaløgmaður sigur, at samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um markið vórðu hildnar í loyndum og eingin fekk nakað at vita, og tí er rímuligt, at samráðingar um framtíð okkara eisini eru handan læstar dyr.


Men spurningurin er, um nakað samanlíkningargrundarlag er ímillum tær báðar støðurnar. Samráðingar við Bretland vóru helst í trúnaði, tí at samráðingar eru millum tvey lond um eitt mark. Nógv áhugamál vóru upp á spæl, og hetta er óivað vanlig diplomatsk mannagongd.


Viðvíkjandi framtíðarstøðu eru samráðingar millum tveir partar í sama ríki og úrslitið er viðkomandi fyri hvørja ta einastu mannalagnu her á klettunum. Tí hevur tað áhuga hjá okkum øllum at vita, hvussu gongst í samráðingunum, og hvat samráðst verður um. Fær fólkið at vita, hvat samráðast verður um, hevur fólkið eisini møguleikar at gera viðmerkingar til gongdina og møgulig partsúrslit.


Løgmaður hevur rætt í tí, at tað er ikki neyðugt, at fjølmiðlarnir skulu sita við samráðingarborðið. Tað hevur heldur ikki nakar kravt, hóast tað óivað hevði verið tað mest demokratiska, men landsstýrið kundi hinvegin hildið fram at kunna so hvørt, so fólk av álvara hava eina føling við, hvat fer fram, og hvussu tað gongur.

Men hetta helsur landsstýrið helst ikki, tí upprunaliga vildi landsstýrið hava samráðingarnar í loyndum. Tað góðtók stjórnin, sum vitluligt er, ikki, og kravdi, at fjølmiðlarnir vórðu kunnaðir um samráðingargrundarlagið, og alla tilgongdina í málinum. Landsstýrið tóktist tá rættiliga firtið og er tað partvíst enn. Spurningurin er, hvat vil landsstýrið fjala? Hví kann landsstýrið ikki hava samráðingarnar opnar og leggja ávegis úrslitini fram fyri fólkið, sum næsta ár skal taka støðu til framtíð sína.


Alt loyniligt minnir okkum um totaliter ríki, og vit vita av royndum, at tá nakað erður hildið loyniligt,so haltar okkurt. Totaliter viðurskifti hava sjáldan nakað við fólkaræði at gera, men tað øvugta. Spurningurin er tí, um tað ikki er háð ímóti fólkaræðinum og føroyinginum at halda samráðingarnar við donsku stjórnina í loydum. Føroyingurin hevur krav um opinleika um framtíð sína.


Sosialurin