Oddagrein· Høgrasnaring

Sosialurin og Útvarp Føroya hava gjørt ta fyrstu veljarakappingina eftir at var er útskrivað. Tað er Gallup, sum hevur gjørt kanningina fyri miðlarnar. Veljarakanningar eru góðar, tá røðast skal um tær stóru linjurnar í undirtøkuni hjá politisku flokkunum. Tó skal fyrivarni takast, tá t.d. talan er um hvørjumegin sperrumarkið ein lítil flokkur er, tí tá eru marginalarnir so smáir, at ein veljarakanning hevur sera avmarkað virði.

Viðvíkjandi teimum smáu flokkunum, er tað ikki óvæntað, at Sjálvstýrisflokkurin stendur til at varðveita sín eina tinglim. Fólk hava fyrr spátt um deyða Sjálvstýrisfloksins, men hava ikki fingið rætt enn, og ivasamt er, um tey fáa rætt hesuferð. Miðflokkurin, stendur til eina framgongd. Ikki er hetta so løgið, tá hugsað verður um, hvussu hesin flokkur er sloppin at seta dagsskránna í júst slitnu samgongu.

Samgongan hevur mist sín meiriluta í fólkinum sambært veljarakanningini. Hetta kløkkar neyvan nakran, tá hugsað verður um avrikini í brátt farna valskeiði. Tað, ið kann bítast merki í, er, at serliga Tjóðveldisflokkurin stendur til at missa. Hetta er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um, hvussu tjóðskaparmálið bert gjørdist til eitt mál um at yvirtaka undir Heimastýrislógini. Heldur ikki kann tað undra nakran, at ein flokkur missir, ið hevur staðið á odda fyri einari raðfesting, ið hevur merkt, at almenni raksturin er dýrkaður sum ongantíð fyrr, samstundis, sum man hevur spart í heimahjálp til tey gomlu. Hetta verður sjálvandi straffað av veljarnum. Tey gomlu hava betur uppiborið enn at sita í óvaskaðum húsum part av árinum, tí at ein samgonga ikki dugir at raðfesta.

Tað kann kanska undra, at Fólkaflokkurin heldur stand, sæð út frá avdúkingunum um Anfinn Kallsberg. Hetta sigur okkum helst nakað um Fólkaflokkin og veljarar hans. Vit kunnu nevna hvussu fyrrverandi Fólkafloksformaðurin Thorstein Petersen sáli var gjørdur til martyr av Fólkafloksveljarum, tá hann misti valbarið eftir dóm í samband við Sjóvinnubankafallitið í fimmtiárunum.

Í andstøðuni stendur Sambandsflokkurin til framgongd, meðan Javnaðarflokkurin stendur í stað við sama tingmannatalið. At Sambandsflokkurin gongur fram merkir tó ikki, at polariseringin millum loysing samband er líka sterk, sum hon var í tveimum teimum undanfarnu valunum. At Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin halda stand, meðan Tjóðveldisflokkurin viknar og teir smáu flokkarnir samanlagt vinna fram, kann merkja, at veljarin til komandi val fer at hugsa meir um annað, enn um tjóðskaparspurningin, ið hevur verið altdominerandi seinastu fimm árini.

Í ljósinum av hesum er orsøk til at rópa varskó. Um veljarakanningin er eftirfarandi, so er talan um eina høgrasnaring, ið kann koma føroyska samfelagnum aftur um brekku. Betur verður støðan heldur ikki, tá nú partar av Tjóðveldisflokkinum hálsfevnast við einari ?lat standa til? liberalismu, ið helst ikki er sæð nakrastaðni í framkomna heiminum síðani fimmtiárini. Tað er at vóna, at valstríðið og búskaparligi veruleikin fær fólk at vakna og innsíggja, at vælferðarsamfelagið og arbeiði til allar hendur ikki er nøkur sjálvfylgja. Hetta krevur rætta politiska raðfesting, og tað hevur høgrivongurin ikki at bjóða.

Sosialurin