ODDAGREIN: Gylt lógvatak í ábyrgdarloysi

Okkurt er kanska um orðini, at hon­um, ið nógv hevur, skal verða giv­ið. Í øllum førum er tað onkur, sum held­ur í so nógv um eg­in av­rik. Eitt dømi um tað er frá­koyrdi banka­stjór­in í Eik Banka, sum mána­dag­in hevði drig­ið bank­an í rætt­in, tí hann vil hava bankan at gjalda sær yv­ir tríggj­ar mill­i­ón­i­r krón­ur, sum hann held­ur seg eiga til góðar hjá banka­num.

Tað má vera markleysur frekleiki og gram­leiki út um alt mark, at ein mað­ur, sum hev­ur sit­ið við evstu á­byrgd av Før­oya Spari­kassa og Eik Banka øll hesi ár­ini, tá tann sið­bundi og sterki pen­ing­a­stovn­ur­in und­ir á­byrgd­a­leys­ari leiðslu varð rik­in so í óføri, at fleiri mill­i­arda­v­irði fóru fyri skeytið.
Tað er ein veruleiki, at stjórarnir báð­ir hava fing­ið om­an fyri 40 mill­i­ón­ir krón­ur í løn ár­ini frá 2000-2011. Tá gal­skap­ur­in topp­aði í 2007 fingu teir 6.339.000 í árs­løn til­sam­ans. Marn­er Jac­ob­sen fekk 4.252.000 krón­ur, og Bjarni Olsen 2.087.000 krón­ur um­framt aðr­ar á­góð­ar sum eitt nú frí­an bil og tele­fon.
Uttan iva hevur nevnd bankans hild­ið, at banka­stjór­ar­nir hava gjørt eitt gott ar­beiði, men tað end­aði alt­so ikki væl. Bank­in fór á heys­in av van­stýr­ing og vána­lig­ari leiðslu. Nevnd bank­ans fekk sama tíð­ar­skeið yv­ir 13 mill­i­ón­ir krón­ur í løn – sum topp­aði í 2009, tá nevnd­in býtti sær góð­ar tvær mill­i­ón­ir í løn.
Jú víst skulu fólk í leiðandi størv­um hava góð­ar løn­ir, tí við góðu løn­ini fylg­ir eis­ini stór á­byrgd. Men tað er ikki júst á­byrgd, sum hev­ur eyð­kent verk­ið hjá leiðsl­uni í Eik Banka – men tvørt­ur­í­móti størsta á­byrgd­ar­loys­ið, sum vit hava sæð í før­oyska fíggj­ar­heiminum.
Tað skríggjar eisini langan veg av in­komp­e­tansu, tá ein banka­nevnd kann gera slík­ar av­tal­ur, sum nevd­in í Eik Banka gjørdi við stjór­ar­nar, sum fóru til hús við lyfti um 30 feit­ar mán­að­ar­løn­ir í part – ella til­sam­ans um 12 mill­i­ónir krón­ur.
Tað er einki minni enn ein sjálv­fylgja, at nýggja leiðslan í bank­a­num burt­ur­vísti stjóru­num utt­an løn. Hvat er tað, sum rætt­vís­ger, at frá­koyrdu stjór­ar­nir skulu hava eitt gylt lógva­tak upp á 12 mill­i­ón­ir fyri at pá­draga øðr­um tap upp á flei­r­i mill­i­ard­ir?
Hevði tað av øllum illum ver­ið fyri at savna peng­ar til børn o. o. sum vórðu lokk­að at kon­ver­t­era eitt nú dóps- og kon­firm­a­tións­peng­ar til part­a­brøv, so hevði tað kanska givið mein­ing.
Men halda teir seg hava rætt til peng­ar­nar, so er tað prógv um tað himm­al­róp­andi á­byrgd­ar­loy­s­ið, í ov­astu leiðsluni, sum koyrdi Eik Banka á heysin.