Oddagrein· Gott við íløgum har hjarta og heili eru við

Ein stór verkætlan er júst almannakunngjørd, har byggjast skulu íbúðir, sølumiðstøð, hotel, skrivstovubygningar, svimjihøll, skoytihøll, fótbóltsvøllur, golfvøllur og annað í Hoyvíkshaganum. Hetta man verða størsta einstaka verkætlan nakrantíð í Føroyum, og tykist hon ikki sørt spennandi og áhugaverd.

Tað vilja altíð vera tey, ið gerast skeptisk, tá so stórar verkætlanir verða lagdar fram, men vit eiga at minnast til, at uttan visiónir, uttan skapandi menniskju og íløgur, hendir einki. Tað tykist sum at allir hesir týðandi eginleikar rúmast undir somu lon í Stórutjørnætlanini.

Undangongumaðurin í hesi verkætlan er Jákup á Dul Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir innan handil og vinnu uttanfyri føroysku landoddarnar. Í Íslandi hevur gingið sera væl í hond hjá honum, og íløguvirksemi hansara strekkir seg í nógv onnur lond, vit kunnu taka USA sum tað seinasta dømið.

Vit hoyra mangan um tey ljósu høvdini, sum flyta uttanlands fyri at fáa vinnuligar avbjóðingar. Jákup á Dul Jacobsen er eitt dømi um ein slíkan persón. Tað má sigast at verða ógvuliga hugaligt at síggja, at ein persónur, ið gjøgnum skapandi evni, dugnaskap, dirvi og treiskni hevur vunnið sær pening uttanlands, kemur aftur til sítt føðiland sítt at gera íløgur her fyri nakað av tí kapitali, ið forvunnin er aðrastaðnis. Um hetta kundi verið gongdin í framtíðini, har føroyingar fara út í heim, fyri síðani at kanalisera nakað av peningi aftur til Føroya land sum íløgur, so hevði framtíðin sæð hampuliga trygg og ljós út. Fakligu royndirnar hjá hesum persónum er heldur ikki at kasta aftur, og kunnu onnur læra nógv av hesum royndum. Her er nevniliga talan um at menna eitt nútímans og eisini altjóða umhvørvi, sum kann draga bæði ferðafólk, vinnulívsfólk o.o. til landið. Ja slíkt projekt kann gerast ein "dreivari", ein katalysator fyri framtíðar útvikling á nógvum økjum.

Fyri føroyska búskapin er tað gott, um íløgur koma uttaneftir. Tað er kapitalur til landið, og ein og hvør størri íløga hevur ringárin, ið kunnu gagna føroyskari vinnu í breiðastu merking. Onnur lond og økir liggja vatnrøtt í luftini fyri at tiltrekkja íløgur. Vit kunnu bert hyggja hvussu eitt nú Eysturríki, Wales og Rumenia hava havt lýsingarátøk fyri hvussu frálík økini eru fyri vinnuíløgur. Ì Føroyum tykist tað øvugta gera seg galdandi.

Hví man tað verða so? Ein orsøk er sjálvandi vanlig jantelóg, sum tíverri enn livir væl í Føroyum. Vit føroyingar mugu læra, at tað ger einki, um onkur viðhvørt stingur nøsina eitt sindur longri fram enn øll hini. Ein onnur orsøk til afturhald, tá tað kemur til íløgur við pengum aðrastaðnis frá, kann verða ein hugburður, har hugsað verður, at frægast man verða sum er. Hesin hugburður tryggjar bert afturúrsigling, tí heimurin stendur ikki stillur. At nýggju heitu vindarnir vit her merkja koma frá okkara egnu landsmonnum er kanska tað besta, sum kann henda, tí teir hava sum Jákup á Dul Jacobsen nevndi á tíðindafundi - bæði heila og hjarta við.

Fyri føroyingar eigur tað at verða gott, at onkur er fúsur til at gera eina privata íløgu og taka váðan, ið har fylgir við. Tað er ein váði við hvørjari íløgu, og bert tíðin kann fáa vissuna í ljós, hvørt íløgan var røtt ella ikki. Hetta eru teytirnar í vinnu, og eingin eigur at hava ilt av, at onkur hevur áræði til at royna nakað nýtt, sum til dømis nú í Hoyvíkshaganum. Hann, ið einki váðar, einki vinnur. Men fyri at hetta skal eyndast væl, so má eisini føroyska fólkið og samfelagið her stuðla og taka undir og vera partur av ætlanini so ella so. Góða eydnu Jákup.

Sosialurin