Oljufundið, ið skal vera gjørt, liggur bert stutt frá markinum og øki, sum er við í útbjóðingini á føroyska landgrunninum. Men tað, sum kanska er uppaftur meira áhugavert, er tann sannroynd, at talan í veruleikanum møguliga er um tvey stór oljufund, sum eru gjørd í sama øki. Hetta nýggjasta verður nevnt Lochnagar. Oljufelagið ChevronTexaco er fyristøðufelag. Men eitt sindur longur syðri er Cambobrunnurin, sum leysatíðindi vilja vera við eisini er eitt fund. Hetta kann í besta føri merkja, at tvey oljufelt verða bygd út til framleiðslu beint við markið. Tað kann fáa sera positivar avleiðingar fyri leitingina á okkara øki. Tí tá framleiðsla og infrastruktur longu er í grannalagnum, ber til at binda í frá føroysku síðuni eisini. Her verður t.d. hugsað um rørleiðingar til gass. Hetta er so eitt møguligt framtíðar scenario.
Nú skulu vit sjálvandi vera realistisk og varin við ikki at gera ov skjótar niðurstøður og læra av tí ov stóra bjartskygninum, sum varð galdandi nøkur ár herfyri, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir her. Tá metti m.a. BP, at sannlíki fyri at finna olju var óvanliga stórt. Veruleikin gjørdist ein annar.
Men vit eru nú úti í einum øðvísi øki, longur norðari og har heilt onnur arbeiðsmodell verða brúkt. Okkurt kundi bent á, at somu strukturar og harvið eisini fortreytir eru galdandi báðumegin markið. Hinvegin skulu vit so heldur ikki gloyma, at vit framvegis hava ein trupulleika á okkara øki, og tað er basaltið. Okkum vitandi er lítið og einki basalt, har fundini eru gjørd bretskumegin markið. Vit mugu so fyrihalda okkum til henda veruleika. Men tað kann so eisini vera, at úrslitini frá brunnunum á bretska økinum, kunnu geva feløgunum týðandi upplýsingar, sum tey kunnu brúka í sambandi við leiting hesumegin, nú tey eisini fara at søkja um teigar í okkara 2. rundu.
Tað er so eisini hugaligt at staðfesta, at tað m.a. nettupp eru feløg, sum eru rættiliga virkin hjá okkum, sum nú helst hava funnið olju í bretskum øki, eitt nú Statoil, Dong og Amerada Hess. Stjórin í ChevronTexaco, sum var á vitjan í Føroyum herfyri, segði tá við Sosialin, at um boringin við markið (Lochnagarbrunnurin) fór at geva gott úrslit, so fóru tey at umhugsa at bjóða í føroyskum øki eisini. Annars eru fleiri onnu stór oljufeløg, sum kunnu hugsast at vera við í útbjóðingini, her m.a. Shell og BG. Áhugavert verður at síggja, hvar lokomotivið á Atlansmótinum, BP verður at finna eftir eina 2. rundu her. Og somuleiðis stóra italska ENI.
Stjórin í Oljufyrisitigini hevur brúkt vendingina "varisligt bjartskygni", tá hann er spurdur um vónirnar til framtíðar leiting á landgrunninum. Hetta eru helst skilagóð og væl vald orð. Seinastu tíðindini kundu so bent á, at tað nettupp er orsøk til varisligt bjartskygni, nú vit ikki við vissu vita, hvussu nógv er rætt í tíðindunum um eitt ella møguliga tvey stór oljufund við markið. Time will show.. Livst so spyrst.
Sosialurin