Fíggjarmálaráðið arbeiðir altíð skjótt, tá tað handlar um, at onkur borgari ella okkurt felag skal gjalda meira. Spell at sama ráð ikki ger líka skjótt av, tá tað snýr seg sum at fáa meira smidligar skipanir í lag bæði fyri einstaklingar og vinnu her í Føroyum og ikki minst í samband við samhandil við útheimin. Hvar blíva til dømis lovaðu dupultskattasáttmálarnir av?
Í tí aktuella málinum um MVG á fylgisveinasjónvarp hevur Fíggjarmálaráðið partvíst grein í sínum máli. Tað er sjálvandi órímiligt at fylgisveinasjónvarp gjøgnum Føroya Tele skal gjalda MVG, meðan ein útlendskur veitari skal sleppa undan. Men kanska kundi man brúkt eitt sindur meira hugflog enn bara at víðka MVG innkrevjanina.
Hvørji eru framtíðarperspektivini, um man vil krevja MVG av fylgisveinatænastum úr útlandinum? Tað digitala sjónvarpið verður um nøkur ár ikki bert undirhald, men kann potentielt gerast eitt samskiftistól, ið ikki hevur sæð sín líka fyrr. Hvussu við tænastum úr útlandinum yvir internetið? Um fylgisveinatænastur skulu gjalda MVG, so má vælsaktans eisini gjaldast MVG, skuldi ein føroysk fyritøka keypt sær ráðgeving, kunning ella aðrar tænastur yvir internetið. Hesar tænastur fara heldur ikki at fækka komandi árini, og áhugavert kundi verið at vitað, um Toll og Skatt skal MVG skráseta allan Silicon Valley fyri, at føroyingar kunnu gerast partur av tí globalu bygdini. Hvussu ætlar man sær at umsita hesa lóggávu, uttan at økja um starvfólkatalið ella áleggja føroyska skattgjaldarnum orímiligar skyldur?
Hveði ikki verið nógv rættari at umhugsað, um loftvegis tænastur ikki áttu at verið frítiknar fyri MVG? Nógv verður tosað um, hvussu vit føroyingar skulu granska og hvussu KT vinnan kann gerast eitt alternativ til verandi vinnur. Um man innibyrgir føroyingar aftanfyri eina ørgrynnu av isolationistiskari lóggávu, ið byggir múrar millum Føroyar og útheimin, so er tosið um eina hátøkniliga framtíð bert tóm orð.
Sporini styggja, tá tað kemur til lóggávu úr Fíggjarmálaráðnum. Kopiering av danskari - í summum førum ótíðarhóskandi danskari - lóggávu er vanligt. Lógirnar verða viðhvørt samtyktar, uttan at tað er gjøgnumhugsað, hvussu hesar lógir skulu umsitast. Broytingar í samtyktu lógunum til fyrimuns fyri borgarar ella feløg vísa seg nærum atlíð at verða sera trekar at fáa ígjøgnum.
Hvørja trygd hava vit fyri, at ein víðkan av MVG innkrevjingini ikki er enn eitt stig skeiva vegin í einari MVG innkrevjingarskipan, ið er alt ov tung umsitingarliga, sum er? Eigur henda samgonga, íroknað Fíggjarmálaráðharran, ikki í verki at vísa, at hon meinar nakað við føgru orðini um gransking og strategiskar ætlanir um heimsins fremsta samfelag innan tøkni? Er stundin ikki komin at tveita trongu skógvarnar burtur?