Oddagrein·Gleði og strongd í jólamánaðinum

Jólamánaðurin er tann tíðin á árinum, tá full ferð er á øllum samfelagshjólunum. Jólagávukeyp, jólafrokostar osfr. Ein gleðistíð tó eisini ein strongdartíð, tí alt skal røkkast, áðrenn vit loksins seta okkum við jólaborðið.

Nettupp tað nógva hóvastákið saman við jólastrongd er oftani orsøk til óhapp og vanlukkur av ymsum slag. Hvussu oftani hoyra vit ikki fólk siga eftir eitt av hesum afturvendandi óhappum: hví skal tað altíð henda í jólamánaðinum, tá annars øll gleða seg saman við børnunum til jóla! Hyggja vit aftur um bak, so hevur tað víst seg, at fólk koma oftani til skaða ella doyggja í ferðluóhappum í hesum mánaðinum, hús brekka í grund osfr. Áhugavert kundi verið við eini skráseting, sum vísir, hvat tað eru fyri óhapp, sum henda í jólamánaðinum, hví tey henda og hvørjar avleiðingar tey hava. Hetta fyri at kunna vera meira medvitandi um, hvussu vit fyribyrgja ella minka um hesi mongu óhapp, sum helst standast av jólastákan og jólastrongd.

Hetta er so eisini seinasti mánaðurin á árinum, so nógv er, sum skal røkkast innan árslok. Hetta er eisini tann myrki mánaðurin, sum oftani skapar trupulleikar í ferðsluni. Nettupp ferðslan er stóri syndarin í hesum mánaðinum og skyldast hetta uttan iva ta strongd, sum hevur bygt seg upp til endan á árinum. Henda sannroynd eigur at fáa øll, sum koyra og tey, sum eru til gongu, at umhugsa seg enn betur enn vanligt. Tú kundi sagt sum ein felagsnevnara, at øll áttu at sett ferðina niður í bygdum øki til 30 kilometrar um tímar og úti á alfaravegi niður til 50 til 70 km. Men vansin er so tann, at nettupp í hesum mánaðinum skulu vit røkka so nógv, hvør Per og Pól skal til jólafrokost og jólagávur verða keyptar í síðstu løtu, so full ferð er á. Tað skal vera áheitan okkara, at fólk traðka spakuligari á speedaran allan jólamánaðin og vísa størsta varsemi við eldi heima við hús. Størri árvakni á hesum økjum kann vera við til at gera jólini til eina gleðishátíð heldur enn eina sorgarstund fyri flestu av okkum.

Sosialurin