Eitt tað mest áhugaverda í greinini er, hvussu munurin er á mátanum Tjóðveldisflokkurin sær sína umboðan í Fólkatinginum, og hvussu ein framstandandi dani sær hana. Tjóðveldisflokkurin tosar um, at hann hevur vunnið sær virðing á Fóllkatingi. Hans Engell sigur júst tað øvugta. Hann sigur at Tjóðveldisflokkurin hevur sett seg uttanfyri ávirkan og verður ikki tikin alvorligt - "For megen snak og for få resultater". Ov nógvur gangur og ov fá úrslit eru orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin stendur uttanfyri alla ávirkan í Føroyum, og tað er áhugavert at síggja, at teir eisini hava megnað at sett seg uttanfyri í danska Fólkatinginum.
Tað er ikki so løgið, at man ikki verður tikin alvorligt, tá man yvirfóðrar við fyrispurningum niðri á fólkatingi. Hvussu alvorligt verður fyrispurningur nummar 67 tikin, tá man hevur avskotið 66 fyrispurningar í tættari raðfylgju frammanundan? Høvdu føroyingar ikki verið betri tæntir við eina umboðan, ið kanska segði eitt sindur minni, men harafturímóti fekk oyrað hjá øllum donskum politikarum, tá okkurt varð sagt? Hevði tað ikki verið ein betri arbeiðsháttur, og tá kundi man av røttum breitt seg við slagorðinum: ein, sum arbeiðir.
Hvat ger so Tjóðveldisflokkurin við hetta? Hann ætlar sær eftir øllum at døma einki at broyta. Orsøkin til politisku isolatiónina í Føroyum hava øll onnur skyldina av, og tað tykist sum um at man roynir at billa veljarunum inn, at man verður tikin alvorligt niðri á Fólkatingi, hóast alt bendir á tað øvugta. Samráðingarleisturin hjá undanfarnu samgongu bygdi á eina ætlan hjá Tjóðveldisflokkinum. Har kom einki burturúr uttan rumbul í nøkur ár, og tí er tað løgið, at politiskt einsamalli Tjóðveldisflokkurin ikki tekur í egnan barm og broytir sína framferð. Tjóðveldisflokkurin dugdi einaferð at samráðast og røkka úrslitum, og løgið er, at man ikki hyggur eftir, hvat man gjørdi rætt tá. Núverandi floksformaðurin kundi kanska spurt t.d. Finnboga Ísakson og Signar á Brúnni, hvussu man røkkur politiskum úrslitum. Gamaní var talið av yvirskriftum og talið av fyrispurningum lægri tá enn nú, men talið av úrslitum var væl hægri, og man tað ikki verða tað, ið telur í longdini?
So leingi Tjóðveldisflokkurin definerar veruleikan, sum man ynskir at hann skal síggja út, heldur enn at laga seg til hann, sum hann nú einaferð sær út, so kemur hesin flokkur at standa uttanfyri ávirkan í Føroyum eins væl og á Fólkatingi. Man kan royna at manipulera við veruleikanum, men fyrr ella seinni kemur rætta myndin fram. Tað er spell, at Tjóðveldisflokkurin framhaldandi gongur isolatiónsleiðina. Spell, tí at flokkurin plagdi at verða førur fyri at geva eitt gott íkast til politisku gongdina í Føroyum. Spell, tí at flokkurin er við til at undirminera føroysku ávirkanina á Christiansborg.
Virðing frá øðrum, er ikki nakað, man sjálvur tekur sær. Tað er nakað man fær, um tað er uppiborið, og tað eiga onnur enn ein sjálvur at døma um. Gløgt er gestsins eyga.
Sosialurin