Oddagrein: Góðir ambassadørar fyri Føroyar

NÚ umleið 10 ár eftir, at Føroyar komu á altjóða fótbóltslandakortið við søguliga sigrinum móti Eysturríki, gjørdi føroyska fótbóltslandsliðið aftur av álvara vart við seg sunnudagin. Landsliðið legði út í fyrsta dystinum í kvalifiseringini til komandi heimsmeistarakapping við einum javnleiki móti Slovenia.

VIT vilja saman við øllum føroyingum ynskja landsliðnum tillukku við hesum frálíka úrsliti. Tað var einki minni enn eitt bragd, tá tað eydnaðist okkara monnum at skora tvær ferðir seinastu tveir minuttirnar av dystinum. Lagnunar speisemi kann tað eisini sigast at vera, at Slovenia, sum í EM-kappingini megnaði at vera á odda við trimum málum móti Jugoslavia nærum allan dystin, tá Jugoslavia móti endanum av dystinum kortini megnaði at fáa trý mál. Júst sama gongdin sum í hesum fyrsta HM-kvalifiseringsdystinum móti Føroyum. Spell fyri Slovenia, men gott fyri Føroyar, sum við hesi góðu byrjan hevur lagt upp til eina spennandi framtíð fyri Føroya í altjóða fótbólti.


TAÐ eru helst mong, sum ikki hava stórvegis áhuga fyri fótbólti, tá tað um heimligu kappingina viðvíkur, men tá tað ræður um tjóðina - um at vinna Føroyum virðing og heiður úti í heimi, eru helst allir føroyingar áhugaðir og sera fegnir, tá tað gongur okkara landsliði væl. Landsliðið í fótbólti er nakað fyri seg. Tað er líkasum okkara flaggberi úti í heimi, tað er okkara skjaldramerki. Ein týðandi partur av okkara samleika, identiteti.


LANDSLIÐIÐ hevur verið við til at marknaðarføra Føroyar og føroyskar fótbóltsspælarar. Tað hevur givið úrslit, tí í dag eiga vit fleiri professionellar fótbóltsspælarar úti í heimi, og einki er at ivast í, at fræg úrslit sum tað móti Slovenia, eru við til at seta ljóskastaran á føroyskar spælarar í altjóða fótbóltshøpi. Og henda positiva gongd er so við til at menna føroysku spælararnar, nakað, sum so aftur gagnar landsliðnum, tí tað harvið fær betri spælarar.


NÚ 10 ár eru farin, síðani vit av álvara komu okkum uppí altjóða fótbólt síggjast úrslitini, ikki bert á leikvølli, men eisini í gerandisdegnum. Føroyar eru vornar meira kendar kring heimin gjøgnum okkara fótbóltslandslið. Hetta hevur uttan iva stóran psykologiskan týdning, tá umræður at marknaðarføra Føroyar og føroyska vørur. Ja landsliðið hevur við sínum úrslitum verið við til at menna útflutning og skapa áhuga fyri okkara lítlu tjóð. Her mugu vit ikki gloyma ferðavinnuna, sum eisini er eitt av beinunum, ið okkara búskapur skal standa á. Útlendingar í vaksandi tali velja at vitja hetta lítla forkunnuga landið úti í Atlantshavi, eftir at teir hava hoyrt um tað gjøgnum fótbóltslandsliðið.


SEINASTA vikuskiftið var eisini í aðrar mátar merkt av góðum ítróttarúrslitum. Lat okkum beinanvegin ynskja Føroya sterkasta manni, og nú vinnara av stóru kappingini Atlantic Giant, Regini Vágadal tillukku við góða úrslitinum. Eftir at hava stríðst og strevast í fleiri ár hevur tað eydnast hesi føroysku kempuni at røkka einum av týðandi tindunum og vinna heitið Atlantsrisin. Úrslit hansara sigur okkum so mikið, at treiskni, venjing og trúgvin uppá at røkka á mál hevur borið ávøkstur. Sanniliga má sigast, at hetta hevur verið eitt gott og hendingarríkt vikuskifti fyri føroyskan ítrótt og fyri Føroyar sum so. Regin og fótbóltslandsliðið eru kanska okkara bestu ambassadørar. Tillukku enn einaferð og góðan byrð.


Sosialurin