Bæði Ferðslutrygd og løgreglan hava sent út áheitanir til bilførarar um at vera serliga ansin hesa fyrstu tíðina. Men umframt bilførarar, so setir hetta eisini serlig krøv til foreldur.
Ferðslutrygd mælir til, at foreldur venja skúlaleiðina við børnunum, áðrenn skúlin byrjar. Hetta kann til dømis gerast nú um dagarnar – og her mælir Ferðslutrygd til, at fólk ganga ella súkkla til og úr skúla við barninum:
– Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina. Stundir eru at tosa um ferðsluna, og hvørjum ansast skal eftir. Tess oftari tit ganga leiðina, tess betur dugir barnið. Tað er ikki nóg mikið at tosa um trygga ferðslu – neyðugt er eisini at venja, sigur Ferðslutrygd.
Ferðslutrygd vísir eisini á, at tað veldst um aldur og evni, nær barnið sjálvt dugir at bera seg rætt at í ferðsluni.
– Tí eru foreldur tey, ið duga at meta um, hvat teirra børn megna. Bæði í mun til tað tey hava vant í fersðluni, og hvussu ferðslan er, har tit búgva, sigur Ferðslutrygd.
Tað er gott, at Ferðslutrygd nýtir orku upp á at gera vart við tað neyðuga í, at vit øll geva skúlabørnunum – serliga teimum nýggju – stóran ans í ferðsluni. Tað skulu vit sjálvandi altíð gera. Tað er eisini gott, at stovnurin roynir at elva til eina hugburðsbroyting, har í hesum førum foreldur fara aktivt og venja børnini, hvussu tey skulu fyrihalda seg á skúlavengum, sum tey skulu nýta tey nógvu næstu árini.
At tilvitskan um ferðslutrygdini er økt sæst á nógvum brøgdum. Hagtølini siga okkum eisini, at hóast nógv økta ferðslu, so eru álvarsligu vanlukkurnar – og ikki minst vanlukkurnar av kleyvarskapi – nógv færri enn fyri 20 ella 30 árum síðani. Gamaní hevur henda tilvitska eisini broytt bæði bilar og vegir – og tað er jú bara gott.
Latið okkum øll sýna nýggja skúlaættarliðnum ta virðing, tey hava uppiborið – og latið okkum í felag vísa børnunum, at tey vaksnu eru góðar fyrimyndir í ferðsluni. Tá er nógv vunnið.