Føroyar teljast á jøvnum føti millum tær gott og væl hálvt hundrað europeisku tjóðirnar. Føroyar komu í bólk saman við Ísrael, Kypros, Sveis, Írlandi og Fraklandi. Trý tey fyrst nevndu kenna føroyingar væl. Føroyar hava spælt móti teimum áður. Tvey tey síðstu, sum eru tey bæði hægst styrkismettu, hava Føroyar ongantíð spælt móti. Tað er sera áhugavert, at Føroyar eru komnar í bólk saman við teimum.
Írland hevur nógvu tey seinastu árini verið eitt tað størsta vakstrarøkið í ES. Næsta hálvár eigur Írland formanssessin í ES, og Írland er eitt land, sum tað nú verður roknað við í Europa og í ES. Føroyingar hava søguliga havt gott samstarv við Bretland. Sambandið við Írland hevur ikki verið eins tætt, hóast føroyskur fiskiskapur hevur havt ikki so lítið samband tann vegin. At Føroyar og Írland nú eru í HM undankappingarbólki saman ber møguleikar við sær at menna samstarvið við henda næstan granna hjá okkum. Tað kann gerast á so mongum økjum. Mentunarliga hevur eitt sindur av samskifti verið. Eitt nú á tónlistarliga og leikliga listarliga økinum.
Stóri spenningurin er knýttur at, at Føroyar hesa ferð eru komnar í bólk saman við Fraklandi. Í fótbóltshøpi er tað spildurnýtt, at Føroyar og Frakland skulu hittast. Í fótbóltshøpi er tað sjálvandi sera spennandi, at lítlu Føroyar nú eru flættaðar saman við tí fótbóltstjóðini sum í landsliðshøpi ivaleyst er tann sterkasta í Europa, og sum eigur nakrar av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Henry, Vieirra, Pirés og allir teir, sum leygardagar eru at síggja í sjónvarpinum, skulu nú til Føroyar at spæla. Hetta er fantastiskt.
Spurningurin er so, hvussu Føroyar eru giraðar til slíka vitjan og slíkan møguleika fyri PR og umrøðu. Onkra ferðina, tá ið stórar tjóðir hava spælt fótbólt móti Føroyum, er ikki so nógv komið burturúr, sum tað átti at havt verið gjørt. Nú hava avvarðandi myndugleikar fleiri royndir, enn teir áður hava havt. Bæði góðar og minni góðar. Vónandi verður tað nú beinanvegin farið undir at fyrireika. Avvarðandi myndugleikar eru í hesum sambandinum fyrst og fremst ferðavinnan. Men talan eigur eisini at vera um føroyskt mentunarlív í breiðari merking.
Sjálvandi eigur tað almenna at spæla ein leiklut í hesum førinum. Ikki bara sum stuðul, men eisini ein aktivan leiklut. Tað almenna eigur í sovornum førum at tryggja sær, at tað verður gjørt og arbeitt, sum kann gerast, fyri at fáa Føroyar kendar og harvið at skapa føroyskari vinnu og føroyskari mentan ta umrøðu, sum møguleiki er fyri.
At Frakland er komið í bólk við Føroyum letur nógvar hurðar upp. Ikki bara til Frakland sjálvt, men eisini til øll tey londini, har tað verður tosað franskt, og har sambandið til Frakland er ein partur av gerandisdegnum. Nú er at bróta upp um armar. Tað er ongantíð ov tíðliga at fara undir fyrireikingarnar, og fótbólturin skal eiga tøkk fyri, at hann enn eina ferð er orsøkin til, at Føroyar eru settar á heimskortið.
Sosialurin