Oddagrein· Frakland og Italia og so Føroyar...

Í kvøld og í annaðkvøld verða hálvfinalurnar í heimsmeistarakappingini í fótbólti leiktar í Týskalandi. Júst hesir báðir dystirnir hava nakað serstakt at siga fyri Føroyar sum fótbóltstjóð. Tí í báðum teirra eru lið, sum vit skulu tdystast ímóti í næstum, tá undankappingin til europameistarakappingina í fótbólti fer av bakkastokki.

Í hálvfinalunum eru bæði Italia og Frakland, júst somu lond, sum vit eftir lutakast komu í bólk saman við til EM undankappingina. Vit kunnu bert ímynda okkum støðuna og spenningin enda hesi bæði londini í sjálvari finaluni. Tá skulu vit sum minsta fótbóltstjóðin í heiminum spæla í Paris og Rom móti heimsins bestu fótbóltstjóðum  og hvat er enn meira áhugavert fyri okkara egnu áskoðarafjøld - vit fáa vitjan av hesum frægastu fótbóltstjóðunum. Eitt ótrúligt senario.

Og skuldi tað hent, at hvørki Frakland ella Italia koma í finaluna, so er kortini talan um ein dynamittbólk vit eru komin í. Umframt hesi bæði londini er eisini Ukraina í okkara bólki, og hetta merkir, at Føroyar til EM undankappingina eru í bólki saman við trimum av heimins átta bestu fótbóltstjóðum.

So kann ein spyrja, hvat vit skulu brúka hetta til. Onkur ella fleiri vilja halda, at hetta er ræðuligt, tí hvat skulu vit stilla upp ímóti so góðum fótbóltstjóðum, ja vera vit ikki til grin, tá vit fara á vøllin og kanska tapa við 10 málum verður spurt.

Vit velja heldur at síggja hesa støðu sum ein framúr spennandi og góðan møguleika at gera vart við okkum sum tjóð. Hetta at skula spæla ímóti Fraklandi og Italia í kjalarvørrinum á eini møguligari finalu millum hesi bæði lond er ein ómetaliga heppin støða, hugsa vit um marknaðarføring av Føroyum sum t.d. ferðamannaland og fiskiframleiðandi tjóð.

Vit hava tí í blaðnum í dag valt at seta fokus á hesa so sera sjáldsomu hending og møguleika, har Føroyar kunnu gera vart við seg aftur í altjóða fótbólti, har okkara landslið eins og talan var um ímóti Eysturríki á sinni, hevur ein so einstandandi møguleika enn einaferð at vera tann besti ambassadørurin fyri okkum øll.

Vit teljast so millum teirra, sum fegin síggja bólkafelagar okkara til EM-undankappingina í HM finaluni. Og so síggja vit fram ímóti at fáa vitjan av teimum og at fara til Paris og Rom at møta teimum. Alt í alt ein ótrúliga unik og góð støða fyri eitt lítið land sum Føroyar. Koyr á Italia í kvøld. Koyr á Frakland í annaðkvøld. Koyr á Føroyar til EM.

Sosialurin