Oddagrein· Frálíkt tiltak

Hetta er tíðin, tá føroyingar kring alt landið seta álit sítt á kortini mangan svikaliga veðrið og seta út í kortið mong fjølbroytt útitiltøk. Eitt teirra fór fram seinasta vikuskifti. Og tða eigur Føroya Ríðingarfelag rós uppiborið fyri. Fá tiltøk her á landi munnu gleða børnini so nógv sum afturvendandi árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali. Eingin ivi mundi vera um hetta sunnudagin, tá túsundtals børn úr øllum landinum hugnaðu sær saman við mongu djórunum – ein fullkomiliga øðrvísi dagur enn tann hesi børn og tey ungu uppliva annars fyri tað mesta innandura, frammanfyri telduna.

Føroyingar eru heimsmeistarar í at skipa fyri tiltøkum av alskyns slag, og hetta var so bert eitt av teimum mongu. Ikki tí at tað er serliga hugaligt at skipa fyri útitiltøkum, tá tú ongantíð kanst kenna teg vissan í, at veðrið verður til vildar. Men løgið nokk, so livir vónin alla tíðina um, at tað man fara at ganga. Kanska verður tað ikki so galið kortini. Føroyingar munnu vera heimsins mest tolna fólk.

 

Seinasta vikuskiftið var av teimum allarbestu nakrantíð. Sunnudagin var so sjáldsama gott veður, at fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær út í Havnardal til stórt djóratiltak at gleðast saman við børnunum.

 

Vit kunnu bert fegnast um, at áhugafeløg av ymsum slag taka stig til slík góð tiltøk, og vit fara í hesum føri at ynskja Føroya Ríðingarfelag góða eydnu við nýggju høllini, sum verður bygd. Ein íløga í at troyta okkara vøkru náttúru og livandi djóraverð er nakað, sum vit øll eiga at fegnast um, tí hon kann geva so mongum fleirfalt aftur. Við vón um at vit fáa eitt gott summar og harvið væleydnað útitiltøk og tøkk til tykkum mongu, ið brúka nógva orku og kreftir til at skipa fyri. Her hugsa vit eisini um mongu stevnurnar, sum standa fyri framman og um spennandi tónleikafestivalarnar í summar.

 

Sosialurin