Oddagrein: Frá Blair til Brown

Dagurin í gjár var søguligur, tí henda dag varð Blair skiftur út við Brown. Stórabretland fekk nýggjan forsætisráðharra. Gordon Brown, sum hevur sitið við liðina á Tony Blair í mong mong ár sum fíggjarmálaráðharri, tók við hesum hægsta embætinum í Bretlandi, Um somu tíð varð kunngjørt, at Tony Blair skal vera friðarsemingsmaður í Miðeystri.

Tony Blair hevur sitið sum forsætisráðharri í samfull 10 ár. Hóast tað hevur verið avtalað og ligið í kortunum alla tíðina, at Brown ein dag skuldi avloysa Blair, so hevur Blair treyðugt viljað farið frá. Vit skulu heilt aftur til tíðina, tá Labour var í andstøðu og táverandi leiðarin í flokkinum, John Smith bráddliga doyði og nýggjur formaður skuldi veljast. Tá játtaði Brown at taka seg aftur í kappingini um at blíva formaður og lat vinmanninum Blair upp í hendi formanssessin. Men afturfyri lovaði Blair honum ein týðandi leiklut í stjórnini, tá Labour kom til valdið umframt at hann eisini lovaði honum forsætisráðharrasessin eftir, at Blair hevði røkt hann í ávíst tíðarskeið. Men Blair helt ikki orð og helt fram eftir næsta skeið eisini. Tað hevði við sær, at tað gjørdist rættiliga kalt millum teir báðar. Nú gjørdist so endin tann, at Blair tók stigið og fór frá.

 

Gordon Brown hevur sum fíggjarmálaráðharri megnað at skapa stóran og framhaldandi búskaparvøkstur í landinum. Stórar íløgur eru gjørdar í vælferðarsamfelagið, soleiðis at bæðpi heilsuverk og skúlaverk eru høgt raðfest. Hóast hann og Blair hava staðið lið um lið, so er stórur munur á teimum. Meðan Blair er tann meira opni og karismatiski politikarin er Brown meira tigandi og afturlatin. Hetta merkir tó ikki, at hann ikki veit, hvat hann vil. Tvørturímóti er hann sera avgjørdur og kontantur. Teir konservativu fáa ikki eitt bein til jørðina, tá hann leggur fram síni uppskot í parlamentinum. Hevur hann sett sær fyri at gera eitt, so víkir hann ikki frá tí.

 

Nettupp hetta at hann er so egin og avgjørdur og ikki lættur at samstarva og samskifta við kann gerast ein trupulleiki, men hann hevur so havt rúma tíð til at fyrireika seg til nýggja leiklutin sum forsætisráðharri. Hann nýtist at prógva, at við honum fer Bretland inn í eina broytingartíð, soleiðis at hann ikki bara verður eitt ekko frá Blair. Brown hevur sum er ein imagetrupulleika, ið hann er noyddur at gera nakað við skal hann vinna eitt komandi val.

 

Ikki bert Bretland men allur heimurin og her serstakliga Evropa bíða spent eftir at síggja, hvat Brown veruliga stendur fyri og megnar.

 

Sosialurin