Tað var ikki gamalt, at Javnaðarflokkurin var tann nógv størsti flokkurin í Tórshavnar býráð. Fólkaflokkurin hevur mangan havt ta støðuna, eins og uttanflokkalistin hjá Peturi í Gongd.
Men síðani aldaskifti hava havnarfólk ikki valt teir smáu flokkarnir. Allir fýra teir størru flokkarnir hava verið stórir. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava allir upp á skift havt fýra av 13 býráðslimum – og seinast eydnaðist Javnaðarflokkinum at vaksa frá tveimum upp til fimm býráðslimir. Og gongur tað nøkulunda, sum veljarakanningarnar hava víst, so fær flokkurin fimm ella seks valdar hesaferð.
Meðan tað tykist ganga væl hjá samgonguflokkunum, Javnaðarflokki og Tjóðveldi, so sær tað einki út hjá andstøðuflokkunum, Fólkaflokki og Sambandsflokki. Tað sveið, tá Heðin Mortensen varð eksluderaður úr Sambandsflokkinum, og tað sær ikki út sum um, at Annfinn Brekkstein hevur megnað at endurreist álitið á flokkin. Fólkaflokkurin sær út til – sambært hesum trimum kanningum – at fáa ringasta valið síðani 1972.
Meðan onkur vil siga, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin verða revsaðir fyri landspolitikkin hjá flokkunum, so heldur tann argumentatiónin ikki heilt, tí sambært veljarakanning í Sosialinum fríggjadagin, so fáa teir báðir flokkarnir tilsamans 43,1 prosent til løgtingið, og tað er 17,1 prosent meira, enn hendan kanningin til býráðið í Havn vísir.
Um úrslitið verður, sum kanningin vísir, so endurspeglar tað helst førda andstøðupolitikkin, sum ikki hevur verið serliga sjónskur seinastu árini. Tað gav at bíta, tá Fólkaflokkurin kom fram við barnakekkinum. Eitt mál, sum ikki kann gjøgnumførast, og sum varð punkterað við, at samgongan boðaði frá skattalætta og hækkaðum barnafrádrátti. Samgongan hjá Heðini Mortensen hevur í veruleikanum einki mótspæl havt.
Meðan Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sambært kanningunum als ongnan kjans hava hesaferð, so sær øðrvísi út við Framsókn. Flokkurin liggur á markinum at fáa umboð valt – og alt eftir, hvussu endaspurturin verður í valstríðnum, so eru líkindini hjá flokkinum góð.
Borgarstjórin í Havn sigur í blaðnum í dag, at hann vil hava »four more years«. Um hann fær tað, gera havnarborgarar av í morgin.