ODDAGREIN: Fleiri kvinnur upp í politikk

Hóast umboð fyri serstakliga kvinnufeløg og felagsskapir ferð eftir ferð og serliga uppundir val til kommunustýri og løgting royna at fáa fleiri kvinnur við á listarnar, so gongst illa við at fáa mansdomineraðu listarnar at hýsa fleiri kvinnum.

 

Hetta hevur nógv við gamla vanahugsan og traditión at gera. Samfelagið hevur ilt við at taka kvinnur í týðandi ráð, stýri og feløg, nú hesi nærum altíð hava verið ábyrgdarøki hjá monnum. At kvinnur eisini sjálvar hava gjørt ov lítið burtur úr at stuðla kvinnum hevur so eisini gjørt sítt til, at tað er so torført at broyta hetta ójavna og óhepna mynstur. Javnstøðulógin fer so at gera sítt til at bøta um hetta. Tað eru so tey, sum siga, at fyri at koma á ting, so skal tú ikki bara verða vald, tí tú er kvinna. Spurningurin er um ikki hesin hugsanarhátturin er vorðin avoldaður. Tí eitthvørt ting, sum tekur týðandi avgerðir um samfelagslig viðurskifti, um viðurskifti, sum viðvíkja okkum øllum, eigur at verða javnt umboðað av kvinnum og monnum. Og tá henda javnvág er so út av lagi, eiga kvinnur at verða valdar nettupp tí tær eru kvinnur.


Vit síggja eisini, at har kvinnur koma framat í politikki, verður nógv størri áhugi sýndur týðandi samfelagsmálum , sum mannfólkini í politikki kanska ikki hava nógv góða bakgrund at taka upp ella ikki hava áhuga fyri. Her eru tað ikki minst so týðandi virði sum familjuspurningar, spurningar um okkara børn, um tey gomlu og sjúku osfr. Ja í veruleikanum sjálv lívæðrin í samfelagnum. Spurningurin er um ikki vinnulívsmál, sum manssamfelagið brúkar mestu orkuna uppá at viðgera, eiga ov stóran part av samfelagstjakinum! Vit skulu sjálvandi ikki undirmeta týdningin vinnulívið hevur, men tað má ikki vera so, at øll onnur týðandi virði í samfelagnum, verða undirprioriterað av hesi orsøk. Og ein máti at bøta um hetta er rætt og slætt at fáa kvinnur upp í politikk og her hugsa vit ikki minst um komandi løgtingsval. Allir flokkar, sum eru at sær komnir, áttu at kappast um at fáa kvinnur á komandi listar til løgtingsvalið um gott og væl eitt ár. Seinastu tíðina hava álvarslig mál verið til viðgerðar á tingi og í miðlunum. Eitt nú spurningurin um kynsligt misbrúk av børnum, harðskapur móti børnum osfr. At slík mál koma fram nú kunnu vit takka kvinnum í politikki og uttan fyri politikk fyri. Eftir okkara tykki høvdu slík álvarslig og so týðandi mál verið prioriterað nógv hægri í politiska orðaskiftinum og arbeiðinum, um fleiri kvinnur vóru við í hesi viðgerð. Latið okkum nú síggja, hvussu flokkarnir fara at handfara hetta málið til komandi val. Tað átti at verið ein styrki fyri tann flokk, sum ítøkiliga og miðvíst fer undir at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.


Sosialurin