Higanifrá hava ákoyringarnar ikki trotið – tí niðurbræðingin av Kringvarpi Føroya sum public service stovni merkist beinleiðis á botnlinjuni hjá okkum sum privatum miðli, sum einans hevur inntøku av sølu.
Kringvarpið krevur inn skatt frá fólki, sum við lóg eru tvungin at gjalda 3.625 krónur í kringvarpsskatti. Tí er tað ikki rætt, at hesin stovnur kappast við privatu miðlarnar á lýsingarmarknaðinum. Harvið verða privatu miðlarnir veikari.
Men ólukkan við kommersialiseringini av Kringvarpi Føroya hevur nógv víðari avleiðingar enn sum so. Bara prinsippið um, at summmi fólk keypa sær atgongd til sendiflatuni hjá sjónvarpinum er eitt. Annað er, at tað verður gjørt nátúrligt, at ein veitari bara kann koma til Kringvarpið við einum góðum hugskoti, og so fær hann fríar ræsur til alla sendiútgerð, sendinet, starvsfólk í Kringvarpinum. Øll duga at síggja, at her er ein miðvís niðurlaging í gongd. Kringvarpið kann ikki gera eina sending, uttan at vit skulu vita, hvør hevur goldið fyri hana og hvør hevur latið vertinum klæðir.
Tað ringasta av øllum er, at kringvarpsstjórin sjálvur er fortalari fyri hesi niðurbræðing – og so at kringvarpsstýri og landsstýrismaður við ábrygd av stovninum ikki rætta hond frá síðu.
Tá Kringvarp Føroya og øll tann politiska skipanin soleiðis gongur á odda, so er gróðrarbotnur skaptur fyri, at tað eisini er í lagi, at aðrir miðlar verða boðberar fyri ávís sjónarmið. Tíðin er langt síðani farin frá gomlu floksbløðunum. Men vit síggja tíðindaportalar, sum við av handahógvi merktum journalistikki gera júst tað sama, sum gamla flokspressan gjørdi. Vit síggja eisini, at ónevnd, sterk fíggjarlig áhugamál keypa seg inn í eitt nú portal.fo.
Hendan gongdin er ikki heppin – og tað er ikki heppið, at okkara almenna Kringvarp gongur á odda.
Hetta er eitt skráplan fyri tíðindaflutningin í Føroyum. Vit í Miðlahúsinum vita, hvat tað er at verða undir ávirkan av eigara, sum vil hava ávís sjónarmið fram. Tí var Miðlahúsið gjørt óheft av øllum politiskum sum handilsligum áhugamálum í 2006.