ODDAGREIN: FjølMiðlapakkin jarðaður

Nú er greitt, at fjølmiðlapakkin hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í ment­a­málum, ikki verður til ver­u­leika. Eisini er greitt, at Kring­varp­ið fram­yv­ir verður fíggj­að við kring­varps­skatti upp á 3.625 krón­ur frá hvørj­um húski, við lýs­ing­ar­sølu, og við at prostituera seg til handils­menn, sum fáa positiva um­røðu í stað­in.

Harvið lata myndugleikarnir priv­atu miðlarnar sigla sín egna sjógv. Og harvið kann eisini stað­­fest­ast, at tilgongdin við fjøl­miðla­komm­issiónini, sum Helena Dam á Neystabø setti á sinni, endaliga er jarð­að. Hendan tilgongd varð longu køvd í føðingini, tí tilmælini vóru so langt úti av proportiónum, at eingin priv­at­ur fjølmiðil vildi kennast við tey, sum privatu fjølmiðlarnir heldur onga ávirkan høvdu á.

Tað er spell, at politiskur vilji ikki er til at gera tiltøk, sum kunnu bøta um korini hjá miðlunum.
Hetta kundi verið gjørt við at lat­ið okkara almenna kringvarp ver­ið eitt alment kringvarp, sum er al­ment fíggjað.

Men tað vilja myndugleikarnir ikki. Politikararnir hava funnið útav, at tað er smart, at Kringvarpið sjálvt útvegar sær inntøkur – hóast tað telgir burtur av trúvirðinum hjá stovn­i­num – og hóttir grundarlagið hjá privatu miðlunum.
Hetta er ein skrúva uttan enda, tí pol­it­ik­ararnir vilja ikki lata Kring­varpi Føroya fleiri peng­ar. Summir pol­it­ikarar halda, at Kring­varpið skal hava fleiri pengar, meðan aðr­ir – teir sum valda – meina, at Kring­varpið hevur ríkiliga nógvar peng­ar.

Trupulleikin er tó, at teir pol­it­ik­arar, sum skulu gera broytingarnar, ikki vilja skuffa fólkini í Kring­varp­i­­num. Teir vilja gjarna verða »vinir« við Kringvarpið.

Tí hendir einki. Kringvarpið held­ur fram við at undirbjóða við lýs­ing­ar­sølu, sum tekur grundarlagið und­an hinum miðlunum, tí Kring­varp­ið er skatt­a­fíggj­að við hálvt­hundr­að al­menn­um mill­­­i­­ón­­um framm­an­undan. Hinir miðlarnir hava tí ongan kjans.

Í øðrum londum er miðlastuðul, sum verð­ur latin øllum miðlum. Har sleppa public service miðlar ikki at selja lýsingar. Her hjá okkum er tað bara Kringvarpið, sum verður al­ment stuðlað.

Skal miðlunum verða lív lag­að, so eru vit komin hartil, at annað­hvørt verður Kringvarpið alment fíggj­­að ella lýsingarfíggjað. Tað kann ikki verða bæði.

So eru vit kom­in hartil, at løtingið skal avtaka kringvarpsgjaldið – so fólk sjálv kunnu velja sín miðil.