Fyrsta prentmaskinan hjá Sosialinum stóð í Losjuni við Tinghúsvegin í Havn. Hetta var, tá blaðið varð stovnað í 1927. Frá 1943 varð blaðið prentað hjá Arnold Øster, og í 1954 verður blaðið prentað á Prentsmiðjuni á Heygsbreyt. Har helt blaðið til næstu 20 árini, til blaðið í 1974 keypir húsini longri niðri í Sjúrðargøtu, har blaðið var, til flutt varð í blaðhúsini á Argjum 6. mars 1982.
Tað er ein ótrulig menning, sum hevur verið innan prent-, blað- og tíðindafakið øll hesi árini. Frá at hava politiskt bundin bløð sum einastu boðberar, til vit í dag hava útvørp, sjónvørp og bløð, ið hava loyst seg úr politiska haftinum ? og so ikki at gloyma internetið. Og frá at hava bløð, sum vórðu sett við blýggi og alt tað arbeiði, sum hartil hoyrir, er alt nú digitaliserað, so bæði myndir og tekstir ferðast gjøgnum káplar og internet. Soleiðis ber tað til hjá Sosialinum at hava fólk sitandi í 10 ymsum støðum ? men kortini verða bundin saman við neti sum ger, at øll arbeiða á »sama arbeiðsplassi« upp á dagsins blað.
Umframt høvuðsredaktiónina á Argjum hevur Sosialurin fasta redaktión í Suðuroy, í Esbjerg, á Christiansborg í Keypmannahavn, í Saltangará, í Klaksvík og so eina rullandi redaktión.
Alt hetta ger, at vit sum blað betur eru før fyri at vera har, tað hendir. Tað ber sjálvandi væl til at sita á Argjum og gjøgnum telefonina ringja runt at vita, hvat hendir kring landið. Men tað er ikki tað sama, sum at vera har.
Seinastu tíðina hevur nakað av kjaki verið um fjølmiðlar og lýsingar. Uppskot er í tinginum um, at almennu loftmiðlanir, útvarp og sjónvarp, ikki skulu sleppa at lýsa við handilslýsingum, tí teir við haldara- og hyggjaragjaldi eru stuðlaðir við almennum pengum.
Hóast nógv kann vera í hesum, so er veruleikin ikki bara so einfaldur. Men veruleikin er kortini hann, at meðan privatu bløðini fult og heilt verða rikin á handilsligum grundarlag, so verða hinir miðlarnir stuðalir við almennum pengum. Hetta gevur sjálvandi ójavna kapping.
Í hesum døgum viðgerð fíggjarnevnd løgtingsins uppskot frá landsstýrinum um útberingarstuðul til haldarar av bløðunum. Hetta er skotið upp fyri at javnseta haldarar á bygd og haldarar í høvuðsstaðarøkinum, tí tað er so dýrt at fáa bløðini út í hvønn krók í landinum. Í øllum grannalondum okkara verður slíkur útberingarstuðul latin. Vil løgtingið sum landsstýrið veita slíkan stuðul, sum í fyrsta umfari ikki røkkur til allan útjaðaran, men sum er eitt stig á leiðini, so verður ójavnin millum privatu og almennu miðlarnar eisini javnaðaru eitt vet.