Oddagrein· Fiskivinnan er fuglurin í hondini

Tað gongur næstan ikki dagur, uttan at onkur er í fjølmiðlunum og fortelur, at vit kunnu ikki dúva uppá fiskivinnuna, og at vit mugu gera okkurt annað. Hetta kemur frá serfrøðingum innan búskap og vinnulívsfólki, og verður hetta sjálvandi sagt í bestu meining. Trupulleikin er bara, at tað er ógvuliga trupult at fáa at vita, hvat "okkurt annað" skal verða. Tosað verður um KT, biotøkni og annað í leysligum vendingum, men millum lítið og einki ítøkiligt. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at kalla hetta "okkurt annað" fyri fuglarnir á takinum.

Orðatakið sigur, heldur ein fugl í hondini enn tíggju á takinum. Tað er eingin skaði í, at hugsa um framtíð og nýggjar vinnur, men vit mugu ansa eftir at fuglurin í hondini ikki verður mistur, meðan vit hyggja at fuglunum á takinum. Fiskivinnan er nógv størsta útflutningsvinna, vit hava, og eigur tí at verða viðgjørd í tí álvara, ið hon hevur uppiborið.

Kjakið í dag er á tveimum planum. Tað fyrra planið er, har alt verður sæð í froskaperspektivi og har fiskivinnan veðrur prioriterað lægri enn, um rundstykkir skulu kunna keypast í kirkjutíð ella ikki. Sjónarringurin í hesum kjaki er stuttur, og veiðumannalyndið ger stundum, at perspektivið ikki verður longri enn hvar vinningurin er størst í løtuni.

Hitt seinna planið av kjakinum er tað beint øvugta. Tað er á einum teoretiskum plani, har serfrøðingar úttala seg um, at man skal gera "okkurt annað" í Føroyum, uttan at relatera tað til, hvussu veruleikin sær út. Tá kjakað verður á hesum planinum, so verður jørðkontaktin mangan slept, og man ráðgevur ikki eftir veruleikanum, men soleiðis, sum man heldur at veruleikin teoretiskt sær út. Hesin teoretiski veruleiki er ein veruleiki, har fólk ikki flyta til Danmarkar, tá tey gerast arbeiðsleys, tey fara bara at gera "okkurt annað". Hesin veruleiki er ein veruleiki, har privatir bankar ikki fara á heysin 3 ferð í søgu síni. Hesin veruleiki er ein veruleiki, har marknaðurin tryggjar optimala framleiðslu, og at vinnan fer at gera "okkurt annað" av sær sjálvum, bara landið heldur fingrarnar vekk. Hví hetta "okkurt annað" skal gerast í Føroyum, og um tað tryggjar livilíkindi hjá hvørjum einasta føroyingi, verður ikki kjakast um á hesum plani.

Vit mangla eitt kjak um fiskivinnuna á einum plani ímillum froskaperpektiv og tí planinum, har høvdini eru ov langt uppi í skýggjunum til at síggja veruleikan. Vit mugu kombinera serfrøðina við tí pragmatisku vitanini, ið finst í fiskivinnuni, og koma veiðumannalyndinum í fiskivinnuni til lívs. Trupulleikin í dag er, at so leingi tað bara verður tosað úr kjallarnum og úr skýggjunum, so kemur man ongan veg. Kemur tann dagur, har vit hava meir enn eina útflutningsvinnu av týdningi, so er tað frálíkt, men lat okkum ikki missa fuglin í hondini, meðan vit royna at finna aðrar livivegir.

Sosialurin