Oddagrein:Fiskivinna, aling og olja

Hetta er heitið á eykablað, sum Sosialurin gevur út í dag. Blaðið, ið er uppá 56 síður, verður m.a. gjørt í sambandi við, at Oljuvinnufelagið skipar fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Vit hava í sama viðfangi valt at hyggja nærri at teim báðum verandi og mest týðandi vinnunum í Føroyum, fiskivinnuni og alivinnuni.

Hóast hesar vinnur sum so ikki hava nakað beinleiðis við hvørja aðra at gera, eru tær tó saman sjálvur ryggurin í okkara búskapi. Fyrst og fremst fiskivinnan á sjógvi og á landi, síðani alingin, sum ? hóast sínar barna/byrjunarsjúkur ? stendur fyri týðandi parti av samfelagsinntjeningini. Aftrat hesum báðum kemur so oljuvinnan, ið ætlandi verður eitt nýtt búskaparligt bein hjá samfelagnum at standa á. Vit síggja longu nakað av virksemi men mugu tó vísa tol, til fleiri brunnar eru boraðir. Sambart nýggjum korti, sum Sosialurin hevur latið gera í samstarvi við Statoil, verða tað boraðir ikki færri enn 11 kanningarbrunnar í føroyskum og bretskum øki komandi árini. Hetta er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at talan er um eitt nýtt øki. Á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fara fyristøðufeløgini at greiða frá, hvar vit/tey standa í oljuleitingini. Og kunnu vit rokna við, at tey fara at biðja føroyingar hava tol, tí oljuleiting er ein langtíðartiltongd.

Av serligum áhuga er eisini samrøða við kanadiskan granskara. Nú fiskastovnar minka og hvørva standa fiskimenn og fiskifrøðingar og havfrøðingar spyrjandi. Fiskimenn siga, at tað er náttúran, sum skapar góðar og ringar árgangir og harvið góðan og ringan fiskiskap. Fiskifrøðingar og aðrir granskarar siga, at hetta er ikki so einfalt. Ovurveiða hevur stóra ávirkan á stovnarnar, men tað hava broytingar í havumhvørvinum eisini. Fyri at skilja hesi viðurskifti betri verður roynt at byggja upp modell, sum kann siga, hvussu eitt nú veður og vindur eina staðni á klótuni kann ávirka gróður og framleiðslu eitt annað stað osfr.

Allastaðni leita granskararnir eftir svarum fyri harvið at vita, hvussu tann besta stovnsrøktin skal skipast. Torført er at finna slík svar á teim stóru høvunum, og tí seta vísindamenn nú kikaran á tað lítla Føroyaøkið, sum er ein lukkað skipan. Ber til við at granska hesa lítlu men sera livandi vistskipan at finna svar uppá nógvar av ivaspurningunum, so kann henda vitan brúkast í altjóða høpi. Tað kann uppá longri sikt vera við til at skapa størri forstáilsi millum vinnu, gransking og myndugleikar, soleiðis at vit neyvari vita, hvussu nógv kann veiðast, nær ringir árgangir eru á veg orsakað av broytingum í havumhvørvinum osfr.

Føroyaøkið er at meta sum ein lítil rannsóknarstova og kunnu vit fáa serkøn aðrastaðni frá at arbeiða saman við okkara granskarum, ber kanska skjótari til at finna út av, hvussu tingini hanga saman. Og tað vil hava við sær betri ráðgeving.

Sosialurin