Tað er tí sera áhugavert, at landsstýrið nú ætlar at leggja fram tann sokallaða fiskapakkan, ið hevur til endamáls at tryggja, at meira fiskur kemur uppá land í Føroyum. Harvið verða arbeiðspláss tryggjað og kanska enntá flutt til Føroya. Fiskurin á Føroyagrunninum er ogn Føroya fólks. Tað kann tí ikki vra rætt, at markanaðarkreftirnar ráða púra frítt á hesum øki. Her má so mikið av stýring til, at øll samfelagslig fyrilit verða tryggjað. Eitt hitt mest týðandi fyrilitið er spurningurin um at tryggja arbeiðsplássini. Sum støðan er júst nú, so veksur arbeiðsloysið og vandi er fyri, at vit enda í veruligum búskapartrupulleikum, hóast einki bendir á, at vit eru á veg ímóti kreppu. Tað er tí skilagott og ábyrgdarfult, at landsstýrið fer inn í hetta mál nú.
Fiskapakkin fevnir um nakrar heilt grundleggjandi broytingar. Ein av hesum er kravið um, at allur fiskur, boðin út á uppboðsølu frá 1. apríl at rokna, skal støddarskiljast. Fyri upsan er hetta tó ikki galdandi fyrr enn 1. september 2005. Hetta dámar av góðum grundum fiskaseljarunum t.v.s. reiðarunum illa. Men her hjálpir lítið at stríðast ímóti, tí støddarskiljng er ein fortreyt fyri, at fiskur á uppboðssølu kann koma føroyskum arbeiðsplássum til góðar. Tað má vera ein troyst fyri fiskaseljararnar, at landsstýrið leggur upp til, at vinnan sjálv skal semjast um, hvussu skipanin við støddarskiljingini skal skipast í framtíðini.
Ein onnur ætlað broyting er, at tað í framtíðini skal verða loyvt útlendingum at bjóða uppá fisk í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar. Hetta fer at seta størri krøv til føroysku fiskakeypararnar, men fer uttan iva sum frá líðar at gagna vinnuni og serstakliga skipasíðuni. Tað hevur leingi verið bíðað í spenningi eftir einum útspæli um fiskin frá landsstýrinum. Nú er útspælið so komið og lagt fram á sera áhugaverdari fiskivinnuráðstevnu, sum Føroya Banki hevur skipað fyri. Hetta er eitt frálíkt initiativ frá bankanum og verður hetta vónandi eitt afturvenndandi tiltak. Talan er eisini um tvey álvarsom mál nevniliga um arbeiðsplássini og so um botnlinjuna hjá fiskivinnuni. Bæði hesi hanga saman og politisku myndugleikarnir hava hóast alt tos um marknaðarkreftir ábyrgdina av báðum.









