Oddagrein· Fimti ár við føroyskum útvarpi

Í dag er liðin fimti ár, síðan Útvarp Føroya sendi á fyrsta sinni. Tað, at útvarpið byrjaði at senda á føroyskum, var hetta einki minni enn ein kollvelting. Fólk vóru bert von við útvarpsendingar á donskum ella á norskum, men so knappliga við eitt verður sent á móðurmálinum. Føroyingar tóku nýggja fjølmiðilin til sín og gjørdust góðir við hann. At lurta eftir útvarpinum á middegi og á kvøldi gjørdist fastur táttur í gerandislívinum hjá føroyinum.

Stovnsetingin av Útvarpi Føroya í 1957 var ikki bert eitt stórt mentanarligt framstig. Hetta var eisini ein stór avbjóðing til bløðini, sum á mangan hátt mólu í somu flokkspolitisku foyru, og sum bert komu út tvær ferðir um vikuna. Við útvarpinum fingu bløðini kapping frá einum sterkum og vælvirkandi miðli – einum miðli, sum fólkið alt fyri eitt tók til sítt hjarta. Tað er einki at ivast í, at kappingin var við til at menna bløðini og fekk útvarpið soleiðis óbeinleiðis eina sera jaliga ávirkan og skrivaðu fjølmiðlarnar.

Útvarpið var sera vælumtókt frá fyrsta degi av. Hetta er vælskiljandi, tí hesin nýggi føroyski fjølmiðilin kundi bera púra fesk tíðindi inn í stovurnar, nakað sum bløðini við tátíðar tøkni og samferðslumøguleikum als ikki megnaðu. Líta vit at hesum fimti ára skeiðinum undir einum, so er einki at ivast í, at Útvarpið hevur havt sera stóran týdning fyri Føroya fólk og fyri føroyska samfelagið. Stovnurin hevur verið við til at ment málið, at økja um upplýsingarstøðið og trivnaðin í samfelagnum. Hesi fimti árini er Útvarpið ella Kringvarp Føroya, sum stovnurin nú eitur, nógv mentur. Stovnurin hevur ment seg frá at vera ein pinkalítil útvarpsstøð til ein stóran nútímans public service stovn við eini sera professionellari leiðslu og einum væl útbúgvnum og sera dugnaligum starvsliði. Kringvarp Føroya er í dag ein tann mest týðandi og sterkasti mentanarstovnur í landinum, ein stovnur, sum øll eru góð við og sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri tíðindaflutningin og demokratiska orðaskiftið í Føroyum. Vit fegnast eins og føroyingar flestir um Kringvarpið, ynskja góðan byr framyvir og hjartaliga tillukku á fimti ára degnum.

Sosialurin