Oddagrein· Ferðusluóhapp kastar skugga á flokk!

Tann eini trupulleikin í Tjóðveldisflokkinum er ikki loystur, tá ein av fremstu monnunum í flokkinum, Karsten Hansen, kemur í annan trupulleika, sum einki hevur við politikk at gera, men sum óivað fer at kasta ein skugga inn í politiska lívið í Tjóðveldisflokkinum og kanska eisini á Løgtingi.

Øll kunnu koma í eitt ferðsluóhapp, lítið ella stórt. Er tað álvarsamt, verður politiið boðsent. Politiið ger eina frágreiðing og staðfest verður, hvør bilførarin hevur skyldina. Er talan um eitt álvarsamt brot á ferðslulógina, kann viðkomandi, sum hevur skyldina, verða ákærdur og seinri dømdur.

Men í nógvum førum eru óhappini smá. Politiið verður ikki boðsent, og so er spurningurin, um skaðin er so stórur, at hann verður meldaður til annað tryggingarfelagið, ella annar av pørtunum átekur sær at gjalda fyri skaðan, so skaðaelvarin ikki missir avsláttur í tryggingargjaldinum.

Tað kann hugsast, at Karsten Hansen og Olaf Olsen, sum varð ákoyrdur, hava hugsað soleiðis, tí skaðin tóktist kanska ikki vera so stórur við fyrsta eygnakast. Men tá Sjónvarpið mánakvøldið vísti myndir av bilinum, sá skaðin ikki út til at vera so heilt lítil kortini og kostar óivað nakrar túsund krónur at umvæla.

Teir avtala, sambært Sjónvarpinum, at "orðna tað á staðnum", sum tikið verður til.

Men tað er bara eitt stórt MEN. Tann eini bilførarin breyt ferðslulógina, treytaðu víkislyldina, tá tað hendir.

Vit hava fleiri dømi tey seinastu árini, at fólk hava brotið treytaleysu víkiskyldina - tað merkir t.d. at tey hava koyrt fram um hávatenn - og tey eru ákærd og eru kanska dømd at gjalda eina bót, ella tað, sum verri er. T.d. var ein av lógarsmiðum landsins, løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard, fyri einum óhappi fyri einum ári síðani ella so. Hann breyt ferðslulógina, og politiska órinið varð tikið frá honum, so hann kundi dømast.

Bilførarin, sum síðsta fríggjakvøld breyt ferðslulógina, Karsten Hansen, er eisini lógarsmiður, ella løgtingsmaður, og harafturat er hann politistur og fyrrverandi sýslumaður - lógarinnar verji. Tá Sjónvarpið leggur spurningin fyri hann, viðgongur hann, at hann átti at havt meldað. Tað sama heldur støðleiðarin í Havn, Jón Klein Olsen, sum ígjár segði við Útvarpið, at Karsten Hansen átti at havt meldað hendingina. Hann gjørdi tað ikki tá, men hann hevur kanska gjørt tað nú. Eitt sindur "ullint".

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at hetta er eitt mál millum Karsten Hansen og politiið. Sjálvandi er tað tað, men við tað, at maðurin ikki meldaði hendingina til politiið, fer hetta málið óivað at kasta skuggar langt inn í Tjóðveldisflokkin, sum í løtuni er í eini álvarsligari trúvirðiskreppu!

Sosialurin