ODDAGREIN: Ferðslutrygdarbreytin neyðug

 Tað snýr seg um at halda høvdið kalt! Tað var niðurstøðan, tá Sosialurin tvær reisur í ár royndi seg á eini koyritekniskari breyt. Fyrra ferðin var á Vålerbanen hjá Norsk Trafikksenter í Elverum í Noreg  seinna ferðin var breytini hjá KTI í Roskilde

Og tað snýr seg um at halda høvdið kalt, tá vit koyra í hálku. Og tað ger tað sjálvandi altíð, tá vit eru í ferðsluni.

Tá Sosialurin saman við Super Dekk royndi seg á Vålerbanen í Noreg  á einum skeiði, sum GoodYear í Noreg skipaði fyri  var tað serliga hálkukoyring, sum var á skránni. Skjótt kundi staðfestast, hvussu ótrúliga nógv smáu marginalarnir hava at siga. Vit gjørdu ymsar koyrivenjingar. Eitt nú skuldu vit koyra eitt ávíst strekki við 50 km/t fyri síðani at smekka bremsurnar í og halda á bremsuni, til bilurin steðgaði. Við hesi ferð gleið bilurin fram eftir ísinum heilar 90 metrar. Nú skuldu vit koyra sama strekki  og økja ferðina við 10 km/t til 60 km/t. Hetta hevði við sær, at bilurin nú gleið 150 m fram eftir ísinum. Síðani øktu vit aftur ferðina, hesaferð til 65 km/t, og nú var bremsilongdin heilar 200 metrar.

Hetta vísir, at ein munur í ferðini upp á 15 km/t økti steðgilongdina við 110 metrum  væl meira enn 100% øking.

Tað er heilt vist, at vit sum bilførarar læra nógv av slíkum venjingum. Og tað er heldur ikki av ongum, at okkara grannalond hava lagt slíkar venjingar inn í koyriundirvísingina, og at myndugleikarnir hava sett sum krav, at fólk skulu gjøgnum eina ávísa undirvísing á koyritekniskari breyt, áðrenn tey fáa koyrikortið.

Men soleiðis er ikki í Føroyum. Men tað er ikki tí, at vit ikki hava tosað um hetta í Føroyum, tí tað hava vit gjørt í nógv ár. Tað er heldur ikki rætt at siga, at einki hevur verið gjørt við hetta, tí eitt nú Bileftirlitið við Atla Jensen á odda stríddist í nógv á fyri eini slíkari breyt, men hon vann altso ikki tokka hjá myndugleikunum.

Ein slík breyt, sum tann hjá KTI í Roskilde kostar einar 30 mió kr. Um hetta er tann rætta, ella um vit skulu hava eina minni breyt í Føroyum ella eina øðrvísi breyt, skal ikki sigast á hesum stað. Tað kundi hugsast, at ein slík breyt varð gjørd  eisini við motorítrótti í huga, fyri á tann hátt at nøkta ein enn størri tørv, eisini ferðslutrygdini at frama. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at ein slík breyt er alneyðug.