ODDAGREIN: Ferðsludeyðin ? ein fólkaheilsutrupulleiki

Komandi sunnudag verður á triða sinni hildin minningardagur teirra, ið deyð eru í ferðsluni í Føroyum. Síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, sum kravdi mannalív, í 1928, eru 240 fólk í Føroyum deyð í ferðsluni

Seinastu tíggju árini eru 39 fólk deyð, og mett verður, at eini 1.000 fólk hava fingið skaða, harav eini 100 teirra hava fingið varðandi mein. Gjørt upp í pengum hevur hetta kostað føroyska samfelagnum hálvaaðru milliard krónur seinastu 10 árini

Hetta eru tey naknu hagtølini ? afturlítandi. Venda vit teimum við, so kunnu vit staðfesta, at um tíggju ár fara umleið 40 fólk okkara millum at doyggja í ferðsluni. Vit vita ikki hvør okkara tað verður. Vit kunnu bara spyrja, um tað verður tú, um tað verði eg ella kanska onkur annar.

Vit kunnu eisini longu nú staðfesta, at næstu tíggju árini fara umleið 1.000 føroyingar at fáa skaða í ferðsluni. Eini 100 fara at fáa álvarsligt mein, sita í koyristóli restina av lívinum, ella kanska liggja í eini sjúkrasong á einum røktarheimi næstu 50 árini.

Vit mugu bara staðfesta, at ferðslan er hóttan móti vælferð okkara. Hetta er størsta lívshóttan, okkara ungdómur hevur, og kortini tykist, sum um vit lata standa til. Á hvørjum øðrum fólkaheilsuøki høvdu við bara latið stað til? Hví góðtaka vit, at so nógv fólk ? aloftast ungfólk ? á hvørjum ári skulu doyggja ella gerast álvarsliga sjúk av ferðsluvanlukkum?

Sviar hava altíð verið frammaliga á ferðslutrygdarøkinum, og eru tað t. d. sviar, ið vóru fyrstir við trygdarbeltinum. Í 1995 samtykti svenski ríkisdagurin 0-hugsjónina, sum í botn og grund snýr seg um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Hetta meta sviar hevur gjørt sítt til, at svensku deyðshagtølini eru minkað seinnu árini.

Ferðsluumhvørvið skal tí eisni lagast eftir hesum setningi. Vit mugu alsamt betra um ferðsluumhvørvið, so at menniskjalig mistøk ikki enda við vanlukku, har onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.

Sambært Null-hugsjónini eru tað teir álvarsligu fólkaskaðarnir, sum skulu fáast burtur. Harvið verður ikki sagt, at tað ber til at sleppa undan øllum óhappum og øllum vanlukkum. Útgangsstøðið er, at tey mistøk, sum vit menniskju gera, og altíð koma at gera í ferðsluni, ikki skulu føra við sær, at onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.

Boðið til politikararnar eru tí greitt: Samtykkið ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, sum er grundaður á Null-hugsjónina. Tað kann so verða stigið til at broyta ferðsluhugburð føroyinga.

Sosialurin