Oddagrein· Felags ábyrgd

Spurningurin um kvinnur í politikki er knappliga aftur vorðin ein aktuellur spurningur. Orðaskiftið um kvinnuliga luttøku í politiskum arbeiði hevur ligið stillt í nøkur ár, men nú er tað so logað uppaftur. Hetta er sera gott. Til komandi býráðsval er sera lívligt virksemi á spunasíðuni, ja, so lívligt, at mong halda, at tað ongantíð hevur verið lívligari enn tað sama. Tað er nógv áhugavert við orðaskiftinum til hetta bý- og bygdaráðsvalið. Orðaskiftið er sera sakligt og nøkur ávis evni eru afturvendandi. Vit kunnu sumdømi taka fundin, sum var mikukvøldið í kvinnuhúsinum á Glyvrum.

Fundurin varð hildin undir yvirskriftini "Felags avgerðir, felags ábyrgd". Henda yvirskrift signalerar, at málið snýr seg ikki um, at grava fleiri skotgravir, har skotið verður eftir hvørjum øðrum. Samfelagið er fyri øll. Kynsbýtið er rættiliga javnt, og tí eiga bæði kyn at vera umboðað í bý- og bygdaráðum. Her eiga avgerðir at verða tiknar í felag til gagns fyri allar borgarar. Tað vil so aftur siga, at tað er ikki avgerandi fyri avgerðina, hvørt hon er tikin av kvinnu ella manni, men tað sum er avgerandi, er, hvørt avgerðin gagnar okkum øllum, felagskapinum og heildini.

Henda støða til javnstøðuspuringin merkir so eisini, at talan er um felags ábyrgd. Tað at taka avgerðir merkir samstundis at taka ábyrgd av avgerðunum. Við at seta hesa yvirskrift yvir javnstøðustrembanina hava kvinnuligu valevnini víst á, at við áliti borgarans verður eisini løgd ein stór ábyrgd á tann, sum verður valdur, tað veri seg kvinna ella maður. Tað tykist, sum bæði orðaskiftið og fokus hava flutt seg í javnstøðumálinum. Hetta er bæði áhugavert og natúrligt, tí javnstøðumálið er ein prosess ella ein tilgongd, har umstøður og mál broytast alla tíðina. Tað er púra greitt, at tær kvinnur, ið nú bjóða seg fram, eru bæði miðvísar og professionellar, og nú tykist veruliga gongd at vera komin á javnstøðumálið. Um henda meting er røtt, vita vit ikki fyri vist, fyrr enn kommunuvalið er av.

Javnstøðumálið er fram um alt ein spurningur um demokrati, um fólkaræði. So leingi, sum bert 9,4% av øllum tinglimum eru kvinnur, ber illa til at tala um føroyskt fólkaræði. Her hongur ikki saman, og her hava allir veljarar eina stóra ábyrgd. Nú snýr tað seg um kommunuvalið. Her er kynsbýtið millum valevnini í teimum stóru kommununum nógv javnari enn, tað nakrantíð áður hevur verið. Sostatt hava veljararnir nú eitt gott høvi tann 9. november at skapa veruliga javnstøðu í bý- og bygdaráðum. Vónandi nýta veljararnir eisini hetta høvið til frama fyri fólkaræði og veruliga javnstøðu.

Sosialurin