Nú Sosialurin er fluttur í Vágsbotn eru arbeiðsumstøðurnar munandi bøttar. Skjótari og lættari verður at koma í samband við tær mongu keldur, sum húsast í høvuðsstaðnum og her serstakliga í miðbýarhjartanum tað veri seg umboð fyri bæði løgting og landsstýri men eisini fólk flest, sum koma og fara í hesum so livandi stað.
Einhvør tíð hevur broytingar við sær. Sosialurin hevur nú í mong ár havt redaktiónir og blaðfólk úti kring landið. Vit hava spjatt kreftirnar fyri á tann hátt at røkka alt landið. Nú vit hava fingið atgongd til góð høli í høvuðsstaðnum hava vit eisini roynt at savna fleiri góðar kreftir her enn talan var um á Argjum. Hetta m.a. fyri at skapa eitt professionelt journalistiskt umhvørvi. Og fyri at kunna møta teimum mongu og spennandi avbjóðingum, sum nýggi bústaðurin hevur við sær.
Vit hava tí eisini gjørt broytingar í bygnaðinum. Eitt nú hava vit niðurlagt redaktiónir okkara í Saltangará og í Sandavági. Vit varðveita tó redaktiónirnar í Suðuroynni og í Norðoyggjum. Nú tað er so skjótt at koma í Vágar og í Eysturoynna úr Havnini vóna vit at kunna røkka búplássunum í hesum oyggjum umframt í Norðstreymoy og í Sandoynni við okkara rullandi redaktión.
Ein partur av Vágsbotnverkætlanini er tí at menna rullandi redaktiónina. Og hetta ber væl til, tí vit nú fara at røkja tænastuna kring landið við tveimum bilum. Tað skal vera okkara vón, at fólk kring landið fara at taka væl ímóti okkara koyrandi tíðindatænastu, tá hon verður alt meira sjónlig kring landið.
Vit vilja vit hesum eisini takka teimum mongu í Saltangará og í Sandavági og í umhvørvunum har, sum hava stuðlað okkum. Tað skal vera okkara vón, at vit við hesum broytingum ikki minka um okkara virksemi kring landið men heldur tvørturímóti kunnu menna og víðka tænastuna til at fevna um allar bygdir og býir uttan fyri høvuðsstaðarøkið.