ODDAGREIN: Farið eftir bóltinum – og ikki Oyvindi!

" - Koyr Oyvind frá! Hann spælir politikari! Hann skal ikki blanda seg í fíggingina..."

 

Soleiðis valdu tveir tingmenn at svara, nú Landsverk hevur gjørt eitt upprit, sum sigur, at um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin verða lagdir í eitt og sama felag, so kann Sandoyartunnilin gerast uttan eina krónu úr landskassanum.

Typiskt, kundu vit sagt. Men nógv fyri, at tingmenn soleiðis hótta ein stovnsleiðara, bara tí at stovnur hansara ger sína skyldu at upplýsa í hesum førum Vinnumálaráðið. Tíverri er støðið í politiska kjakinum ofta rættiliga óbúgvið populistiskt og destruktivt. Konstruktivur kritikkur er sum lundi á jólanátt.

 

Ein revakøka er bakað, politiskir rossahandlar helst gjørdir, og nú sita ávísir tingmenn og halda ondini, so tunnilsætlanirnar verða samtyktar. Úrslitið verður, at nakrir privatir íleggjarar kunnu skovla inn hundraðtals milliónir í vinningi upp á Eysturoyartunnilin, meðan tað almenna má rinda tilsvarandi upphædd fyri Sandoyartunnilin. Síðsta útspælið frá Landsverki kundi broytt hetta soleiðis, at vit fyri vinningin av Skálafjarðartunlinum fingu Sandoyartunnilin. Og hvat galið er í tí???

 

Tað liggur í kortunum, at tað almenna skal brúka einar 700 milliónir krónur til eina milliard upp á Sandoyartunnilin. Tað er eisini semja um – og hevur ligið í kortunum seinastu 20 árini – at undirsjóvartunlar skulu fíggjast við brúkaragjaldi. Nú hava vit tveir tunlar – og tveir eru á veg. Hví kunnu vit ikki koyra allar í eitt og sama almenna felag og hava eitt felags gjald fyri koyring? Um tað nú ber til, soleiðis sum Landsverk vísir á, at eitt øðrvísi fíggingarmodell kundi gjørt, at t. d. Sandoyartunnilin kundi gerast uttan almennar pengar.

 

Hetta hevði aftur frígivið nógvar almennar milliónir. Um vit bara hugsa um samferðslukervið, so kundi eisini ein nýggjur flogvøllur verið bygdur.

 

At tað stundar til løgtingsval sæst á øllum brøgdum. Men tingfólk eiga at sláa kalt vatn í blóðið – og viðgera málið úr skilabesta sjónarhorni og ikki bara fyri at baka egna kaku.

 

Vit eiga øll allar tunlarnar, sum skulu gagna øllum samfelagnum. Tí hevur eingin nakað ímóti, at íløgur verða gjørdar í undirstøðukervið í øllum landinum. Men tað skal gerast á skilabesta og mest gagnliga hátt – og sjálvandi eisini við fyriliti fyri ovurupphitaðum búskapi, so sum nýggi fíggjarmálaráðharrin so staðiliga hevur víst á.

 

Tí hava vit hesa áheitan á tingfólk: Farið eftir bóltinum heldur enn manninum!