Oddagrein· Føroyskt vinnulív skiftir hendur

Nú tað aftur hoyrist, at stór íløgufeløg, sum eiga tungar føroyskar fyritøkur, skifta hendur, má ásannast, at nógv hendir í føroyskum vinnulívi í dag. Her er veruligur røringur, og rætt er tí at seta spurningar so sum hvat veruliga er við at henda, nú vit hoyra um keyp og sølu nærum hvønn dag. Hetta er nakað nýtt í føroyskari vinnulívssøgu, og vit spyrja tí, hvørja positiva og negativa ávirkan hetta fær fyri vinnulívið sum heild – ja fyri okkara framtíð!

Higartil ella fyrr hevur tað verið so, at fyritøkur høvdu sama eigari alt lívið, fólkið visti, hvønn tey arbeiddu fyri. Ein kann siga, at tað hevur verið ein ávís idealisma í ”gomlu” fyritøkunum, sum aftur var at finna í sterkum persónum. Er hon ikki longur kundi verið spurt. Jú tað er hon í ein ávísan mun og mugu vit eisini vóna, at hon verður tað framvegis, men tað er kanska bara gott, at broytingar henda, og at eitt sindur meira dynamikkur kemur í vinnulívið.

Tað eru tó tey, sum argast inn á íslendingar og geva teimum ”skylduna” fyri hesar broytingar. Men kunnu vit bara skylda uppá íslendingar ? Onkur skal selja, og nógv av hesum, sum hava selt, hava stovnað íløgufeløg o.a. fyri peningin. Men hvat gera so hesi íløgufeløg við peningin? Kemur hann føroyska samfelagnum og vinnulívinum til góða?
Bara at koyra í "passiv" partabrøv á keypskálum uttanlands kann verða óheppið fyri føroyskt vinnulív. Tí vóna vit, at peningurin aftur fer í umferð í vinnulívinum í Føroyum.

Vit kunnu tí ikki bara sita hendur í favn og geva íslendingum skyldina.Vit mugu sjálvi síggja møguleikarnar í Føroyum og t.d. í Íslandi. Nú nógvir pengar koma inn í føroysk feløg, meira ella minni "íslendskir" pengar, er at vóna, at peningurin aftur verður nýttur til at útbyggja føroyskt vinnulív, eisini uttanfyri Føroyar. Hví ikki at nýta teir til uppkeyp aftur í Íslandi. Tað eigur at kunna ganga báðar vegir, serliga nú Hoyvíkssáttmálin er komin upp á pláss. Vit hava nýliga okkurt dømi um tað - sum t.d. Eik banki, ið hevur keypt upp í Danmark og Íslandi og P/F Vónin, sum nýliga keypti stóran part í altjóða íslendska felagnum Hampiðjuni - og vit skulu bara vóna, at meira verður av slíkum framyvir. Tí er tað positivt, at stig verða tikin frá politiskari síðu, sum kunnu verða við at byggja brýr úr Føroyum til Íslands - at Løgmaður og Vinnumálaráðharrin nú fara at lata upp hurðar í Íslandi saman við føroyskum vinnulívi.

Okkara stórsta tilfeingi er dugnalig fólk, og latið okkum vóna, at hesi taka ábyrgd og troyta møguleikan at uppbyggja eitt sterkt føroyskt vinnulív, sum kann bera einum vælferðarsamfelag.

Sosialurin