Oddagrein: Føroyska loysnin

Fríggjadagin vóru boðini um nýggja landsliðsvenjaraparið endaliga staðfest. Einki er at ivast í, at nýggja samansetingin við Jógvan Martin Olsen, John Petersen og Jens Martin Knudsen fer at verða vigað bæði væl og virðiliga komandi dagarnar. Og líka lítið er at ivast í, at fleiri spurningar verða reistir hesum viðvíkjandi.

Tað er einki at ivast í, at við nýggja venjaranum hevur Fótbóltssambandið lagt seg eftir einum venjara, sum hevur allar tær útbúgvingar, sum verða settar sum krav til eitt nú føroyskar fyrstudeildarvenjarar.
Og við føroysku loysnini hevur FSF eisini svarað teimum aftur, sum í nógv ár hava funnist at, at landsliðsvenjarin hevur verið búsitandi uttanlands. Og tí vil nýggi venjarin alt annað líka í størri mun hava fingurin á pulsinum við tí, sum fyriferst í føroyska fótbóltsheiminum.
Hartil tykist tað eisini vera um eina greiða linju, har hildið verður fast um venjaran, sum í drúgt áramál hevur verið knýttur at arbeiðinum við yngru landsliðnum. Og sum tí - alt annað líka - eigur at vera førur fyri at byggja víðari á tað arbeiðið, sum er gjørt á hesum landsliðum.

Hinvegin kann væl vera, at talan ikki er um nakað nýbrot, tá nýggi venjarin er sami maður, sum í níggju ár hevur verið hjálparvenjari. Og spurningurin kann helst eisini setast, hvørt hesin er førur fyri at geva landsliðnum nýggja íblásturin, sum ofta er ein fortreyt fyri støðugari menning.
Hartil er talan nú um ein hjálparvenjara, sum ikki hevur nakrar royndir sum venjari yvirhøvur, tó at royndir hansara sum spælari í føroyskum og altjóða høpi eru sera drúgvar.
Og talan er heldur ikki um ein profil á sama hátt, sum vit áður hava havt í sessinum. Uttanlands hava nøvn sum Allan Simonsen og Henrik Larsen ofta verið við til at taka trýstið av føroysku spælarunum, samstundis sum hesir hava skapt ein ávísan goodwill í útlendsku pressuni. Og tann parturin verður neyvan tann sami, nú talan er um ein fyrrverandi B68-spælara.

Hinvegin er talan um eitt konsept, sum FSF hevur valt at roynt. At vit hava ein tann best útbúna og royndasta føroyska venjaran, sum saman við tveimum av royndastu føroysku landsliðsspælarunum skal hava ábyrgd av liðnum. Hvussu hetta fer at hilnast, er so ein annar spurningur. Og tann spurningin fær eingin svarað, fyrr enn føroyska loysnin hevur staðið sína roynd.

Sosialurin