Ístaðin fyri at dyrka ein potentiella ósemju millum føroyingar og danir, so eiga vit at steðga á, og diskutera sjálvt málið, t.v.s. ES importkvotur.
Føroyska fiskivinnan hevur í nógv ár liðið undir ES protektionismu í formi av ES importkvotum og øðrum handilspolitiskum forðingum, og tann kvotan, ið nú er skotin upp fyri laks hevði neyvan fingið føroyska undirtøku, um ikki útlitini í alivinnuni vóru so slunkin, sum tey eru í løtuni. Spurningurin er so, um vit eiga at undirminera eina generella mótstøðu móti ES importkvotum fyri ein løtuvinning í alivinnuni, ið kann koma okkum aftur um brekku um fá ár. Føroyskar alifyritøkur hava til dømis einki garanti móti dumpingákærum seinni, sjálvt um ein ES importkvota verður ásett nú.
Hvar fer trúvirðið hjá føroyingum, um vit eru hart ímóti importkvotum fyri ávísar fiskaúrdráttir, samstundis sum vit fylgja ráðunum frá Tjóðveldisflokkinum og gera aktivt lobbyarbeiði fyri ES importkvotum fyri laks?
Føroyingar eiga heldur at rósa øllum initiativum, ið arbeiða ímóti ES protektionismu og eiga sum skjótast, vísandi til málið um ES importkvotu á laks, at heita á donsku stjórnina um at royna at arbeiða fyri avtøku av øllum hinum ES importkvotunum og øðrum handilspolitiskum forðingum í ES, ið føroyska fiskivinnan og ikki minst rækjuvinnan líður undir.
Vit mugu endiliga ikki taka stuttskygdu øsingina um hetta mál fyri fult og skjóta okkum sjálvi í fótin við at aktivt at gera lobbyarbeiði til frama fyri eitt handilspolitiskt amboð, ið einans hevur ES protektionismu til endamáls. Føroysk vinnuáhugamál eru best tænt við fríari marknaðaratgond til ES marknaðin og ein og hvør importkvota, ið ES fastsetur, tekur okkum enn eitt stig longur burtur frá hesum er so okkara meting.
Men hetta er eitt áhugavert mál, sum avgjørt eigur at fáa pláss í heimliga orðaskiftinum, har tað, sum longu ávíst, eru ymiskar áskoðanir millum politiskar flokkar og vinnulívsfólk. Sosialurin vil sum blað fegin leggja pláss til hetta orðaskiftið eins og aðra almenna debatt.
Sosialurin