Oddagrein:Føroyar á musikalska heimskortið

Eitt væl unt og hjartaligt tillukku til føroyska tónlistamannin, tónaskaldið Sunleif Rasmussen fyri at hava fingið tann størsta heiður og viðurkenning, sum nakar føroyskur tónlistamaður nakrantíð hevur fingið.

t føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen nú fær tónlistaheiðursløn Norðurlandaráðsins er einki minni enn eitt bragd. Tað er ikki bert ein viðurkenning av hansara egnu gávum og evnum, men eisini eitt týðandi stig og lógvatak fyri tónleik, tónleikarar og tónlistafólk í Føroyum sum heild.

Vit hava fostrað og eiga nógvar góðar musikarar og tónaskøld, og hetta kunnu vit ikki minst takka teirri undirvísing og tí musikalska umhørvinum, sum er her á landi. Tað merkir tó ikki, at vit eiga at vera nøgd við tað, tí enn er langt á mál. Men hesin heiður eigur meira enn nakað at seta nettupp tónleikaundirvísing og eitt gott tónlistaligt umhvørvi enn meira í fokus. Heldur enn bara at seta okkum afturá og fegnast um hetta frálíka úrslit og halda, at nú er vunnið á mál, eiga vit at brúka høvið til at leggja enn meira orku frá almennari síðu til nettupp at menna hetta so týðandi økið. Okkara evnaríku og gávaðu tónlistafólk eiga at fáa góðar umstøður at virka undir, soleiðis at tey umframt at menna seg sjálvi, eisini kunnu vera til eggjan og íblástur fyri onnur.

Tað er so nettupp tað henda viðurkenningin av Sunleivi Rasmussen kann fáa. Hon hevur tí ikki bara týdning fyri hann sjálvan men er eisini við at at senda út nøkur so týðandi signal til alt tónleikaøkið í landinum. Hon birtur uppundir motivatiónina hjá øðrum professionellum tónlistafólkum. Hon er við at leggja spírar hjá mongum amatøri. Hon er við til at byggja brýr millum áhugalistina og ta professionellu. Og hetta er gott. Gott fyri okkum øll.

Eitt samfelag, sum brúkar nógva orku uppá at menna tónleikaumhvørvið og tónlistina er eitt sunt samfelag. Men tónlistin er so bert ein av teimum mongu skapandi listagreinunum innan okkara livandi mentan. Aðrar eru, sum eisini hava fingið bæði lokala og altjóða viðurkenning, og her hugsa vit serstakliga um William Heinesen, Róa Patursson og Jóanes Nielsen fyri ikki at tosa um mangar aðrar føroyskar listamenn, sum hava víst framúrskarandi gávur í listaverkum sínum tað verið seg innan tónleik, skaldskap, leiklist, málningalist eitt nú Regin Dahl, Ingolf av Reyni og Jens Pauli Heinesen.

Hóast smáar og lítillætnar hava Føroyar fostrað mong góð og evnarík listafólk. Sunleif er so enn eitt av hesum listafólkum, sum við síni altjóða viðurkenning fer at geva okkara samleika størri innihald og sum fer at seta Føroyar og føroyingar enn dyggari á heimskortið. Hjartaliga tillukku.

Sosialurin