ODDAGREIN: Fólkið vil broytingar

Ein veljarakanning er ein støðu­mynd av, hvussu politiska býti á tingi hevði verið, um val var í dag.

Sambært dagsins veljarakanning, so kann landsstýrissamgongan hjá Kaj Leo Johannesen notera sær ein stóra afturgond upp á níggju pro­sent. Og ein stjórn, sum stendur til so stóra afturgongd, hon er í stórum trup­ul­leikum.

Tað er tað, sum tølini í nýggjastu velj­a­r­a­­kanningini hjá Gallup Før­oy­um siga. Størstu afturgongdina hev­ur Fólkaflokkurin, meðan løg­mað­­ur og Sam­bands­flokk­ur­in hava næst størstu afturgongdina. And­støð­u­flokk­ar­nir Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­ur­in ganga tilsvarandi fram, sum Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­ur­in ganga aftur.

So kunnu vit spyrja, hvat ein slík kann­ing sigur.
Stóra málið í summar um Skála­fjarð­ar­tunn­lin – og ikki minst ó­hepna hand­far­ing­in hjá løgmanni í mál­i­­num hevur uttan iva sína á­virk­an. Men tað valla tað málið, sum gevur Fólkaflokkinum so stóra aft­ur­gongd. Tí Fólkaflokkurin – og ser­liga formaður floksins – hevur als ikki verið við í kjakinum. Hann hevur valla enn svarað nøkrum spurn­ingi um tunnilin.

Hinvegin kann tingsessurin, sum kann­ingin gevur Sjálv­stýr­is­flokk­i­­num, uttan iva góðaskrivast tunl­i­num og martyr-leiklutinum, sum Kári P. Højgaard fekk, tá lømaður offr­aði hann fyri at royna at skapa sær sjávlum politiskan frið.

Bera vit saman við aðrar kann­ingar, sum eru gjørdar síðani valið, so sæst, at Sambandsflokkurin hev­u­r fingið eina lítla framgongd í mun til kanningina frá februar í ár, so sæð í tí ljósinum, so hevur flokkurin ikki mist atkvøður upp á Skálafjarðartunnilin.

Samanumtikið, so missir samgongan nógvar atkvøður, og andstøðan fær nógvar atkvøður. At tríggir tingsessir flyta frá samgongu til andstøðu ber boð um stór misnøgd millum veljararnar.

So kunnu vit kjakast um, hvat løgmaður kann nýta eina slíka veljarakanning til. Hann kann sjálvandi arbeiða víðari sum um einki var hent. Men tá Fólkaflokkurin liggur so lágt í mun til Sambandsflokkin, so kann tað geva løgmanni størri vald. Løgmaður kann trýsta Fólkaflokkin við at hótta við nývali. Eitt nýval nú hevði ikki verið gott fyri Fólkaflokkin.

Løgmaður kann betur nýta ný­val sum trumf við hesi velj­ar­a­kann­ing­ini.