Umsorgan fyri livikorunum hjá teimum eldru og umsorgan fyri umhvørvinum vóru samantvinnað í bjálvingarstuðulinum og stuðul til orkusparandi tiltøk. Hesin stuðul var latin til pensionistar, til Karsten Hansen skar hann burtur í 2001. Nú tá umhvørvisumsorgan og fólkaumsorgan er komið aftur í hásætið, so er neyvan nakað argument fyri ikki at lata bjálvingarstuðul og stuðul til orkusparandi tiltøk. Hesin stuðul, ið kostaði áleið átta milliónir í 2000 skuldi brúkast til bjálving, skiftan av tekju, skiftan av rútum, oljufýring o.s.fr. Ilt er at seta tal á, hvat gagn hesin stuðul hevur gjørt, men tað er eingin ivi um, at stuðulin hevur hjálpti til, at pensionistar hava kunnað sitið longri í egnum bústaði. Hetta er í tráð við føroyskan eldrapolitikk, og hevur ivaleyst gagnað í einari støðu, har tað er mangul uppá røktarheimspláss.
Við at geva pensionistum møguleika at skifta vindeygu og bjálva gomul hús ordiliga, spara pensionistarnir pening til olju, og umhvørvið verður avlastað. Tá man hugsar um føroyska útlátið av koldioxid, so er ilt at síggja, hvi eingin upphædd er til bjálvingarstuðul á fíggjarlógini fyri 2004. Við tí nýggja Karsten Hansen, ið hevur stóra umsorgan fyri fólkaheilsuni og umhvørvinum, so man tað helst verða eitt forgloymilsi, at eingin upphædd er til bjálvingarstuðul og stuðul til orkusparandi tiltøk á fíggjarlógini. Ein onnur ábending um, at hetta er forgloymilsi er, at umsóknarbløðini til bjálvingarstuðul og orkusparandi tiltøk framvegis eru at fáa frá Húsalánsgrunninum, og neyvan letur man slíkt til borgarar bert fyri at arga, uttan játtan á fíggjarlógini í 4 ár á rað.
Koldioxid útlátið fer niður, og pensionistar kunnu sita bíligari og longri í egnum húsum við at seta bjálvingarstuðulin og stuðul til orkusparandi tiltøk aftur á fíggjarlógina. Tær 8 milliónirnar, ið hesin stuðul kostar, um onkur vil meta lívsgóðsku hjá pensionistum og umhvørvisbatar í kronum og oyrum, kundu hóskandi verið spardar og væl afturat við at minkað talið av stýrum úr níggju niður í seks, sum skotið verður upp av andstøðuni.
Um nýggju avgjøldini hinvegin ikki eru úrslit av fólkaumsorgan og umhvørvisumsorgan, men bert skal síggjast sum eina síðstu roynd at skava nøkur oyru afturat í landskassan, so líkist hetta mest av øllum eina desperata roynd at fáa fíggjarlógina fyri 2004 at hanga saman. So er ikki nógv at heinta í núverandi samgongu hja teimum, ið veruliga hava fólkaumsorgan og umhvørvisumsorgan.
Sosialurin