Oddagrein· Fólkatalsgongdin og samferðsla

Vøksturin í fólkatalinum seinastu árini hevur gjørt allar dómadagsprofetiirnar frá fyrst í 90’unum til skammar, og kundi hetta verið ein góð áminning til okkum at gevast við at vera so svart hvít, sum vit mangan eru.

Hyggja vit eftir seinastu greiningini frá Hagstovuni um fólkatalið í Føroyum, so sæst, at gongdin heilt týðuliga er ein mennning í meginøkinum, meðan útjaðarin tykist hava trupult at halda uppá fólkið. Norðoyggjar og Vágarnar hava næstan rokkið sama støði, sum hesi øki høvdu í 1989 og hevur gongdin seinastu tíðina verið positiv. Verri er statt við Suðuroynni og Sandoynni, har fólkatalið er 6% undir tølunum fyri 1989. Serliga galið er í Suðuroynni, har fólkatalið í dag er sum í 1920’unum.

Hvørjar munnu orsøkirnar vera? At meginøkið veksur, er sama gongd, ið vit kenna frá grannalondum. At Vágarnar og Norðoyggjar eru væl við er óivað fasta sambandinum fyri at takka. Fasta sambandið, hóast ikki ókeypis, sum tað átti at verið, hevur gjørt, at ferðing til og frá ikki longur er ein forðing. Sandoyggin og Suðuroyggin eru í hesum sambandi nógv verri fyri og vísir hetta, hvussu nógv sambandið hevur at týða. Útjaðarapolitikkur kann í ein sera stóran mun kókast niður til samferðslupolitikk.

Vit kunnu í hesum sambandi spyrja, um stóra íløgan í ein nýggjan Smyril við stórt sæð sama avmarkaða frekvensi er pengarnar verd. Vit hava t.d. ikki sæð nærtil somu menning í Suðuroynni eftir at nýggi Smyril kom, sum t.d. í Sandavági eftir at undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom. Her er einki sokallað “step change”, men bert ein dagføring og nýmótansgerð av tí verandi.

Skal Suðuroynni vera lív lagað, má frekvensurin upp fyri at sleppa til og frá. Hetta fær man ikki við einum skipi av Tvøroyri til Havnar, sum siglur gott 20 míl. Einasti møguleiki fyri at hækka frekvensin munandi til Suðuroyar er at leggja sambandið yvir Sandoynna. Hetta hevði eisini hjálpt Sandoynni, tí fólkagrundarlagið í Suðuroy vildi lagt afturat til eina munabetri felags samferðsluloysn fyri báðar oyggjarnar.

Vit minnast, hvussu drúgt tað var at sleppa frá beinleiðis rutunum millum Vágarnar og Havnina, og Klaksvík og Havnina, men hvør ivast í dag í tí rætta at niðurleggja hesar rutur, til frama fyri at fara eftir landinum, har man kann? Er ikki tíð at gera eina framtíðartryggjaða felags loysn fyri Suðuroynna og Sandoynna? Hava vit nakað val? Eftir fólkatalsgongdini at døma, so hava vit ikki tað.

Sosialurin