Oddagrein· Fólkaheilsan í fokus

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur boðað frá, at hann í komandi ólavsøkutingsetu fer at seta út í kortið ein fólkaheilsupolitikk, sum av álvara skal seta fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum í fokus.

Hesum stigi kunnu allir føroyingar, uttan undantak, tora vit at siga, taka fult og heilt undir við. Fólkaheilsan er nakað, sum viðvíkur okkum øllum, og hana verður tað ongantíð tosað ella skrivað nóg nógv um.

Sjálvandi verður tað gjørt eitt stórt arbeiði frá ymsum síðum at fyribyrgja sjúkum og at grøða sjúkur. Men tað er líkasum, at alt ov mong av okkum geva sær ov lítið fær um týdningin av hesum. Tá tað verður endurtikið aftur og aftur, hvussu vandamikil royking er, uppliva vit kortini eina líkasælu og apati. Tað er sum um at tosað verður fyri deyvum oyrum. Tá tosað verður um, hvussu stóran týdning motión og rørsla hevur fyri hvønn einstakan av okkum, møta vit aftur somu líkasælu.

Ein hevur eftirhondini eina kenslu av, at líka mikið, hvussu nógv verður tosað, ráðgivið og ávarað um heilsuvandarnar í okkara gerandisdegi, so fer hetta bara framvið uttan at flestu okkara geva tí veruliga gætur. Hatta rakar ikki meg, hatta viðkemur ikki mær. Soleiðís er hugsanarhátturin í mongum førum. Hóast hagtølini vísa, at vit øll kunnu gerast offur fyri ymsum sjúkum, um vit ikki ansa okkum og lurta.

Nú verður oftani sagt, at øll hesi ráðini og ávaringarnar og eisini forboðini bara eru av tí ringa. Hvat skulu tey til. Er hetta ikki eitt frítt samfelag, har hvør eigur og kann gera sum hann ella hon vil! Tað er kanska nettupp henda múrin, henda barrieran, sum fólk í vælferðarsamfeløgunum í Vesturheiminum, eiga at royna at koma upp um. Tvs. eina sjálvrannsakan, har man gevur eins egna lívi og lívinum hjá sínum næstu størri ans.

At framstandandi politikarar vilja gera eina betri fólkaheilsu til sítt hjartamál er alla æru vert. Og hesum eiga vit øll at taka undir við og stuðla. Og tí skal landsstýrismaðurin, sum nú av álvara og á ein menniskjansligan hátt vil seta ljóskastaran á fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum, fáa okkara fulla stuðul.

Her hava vit sum miðil eisini ein týðandi leiklut. Hitt stóra blaðið tók herfyri upp táttin um fólkaheilsu, sum varð viðgjørd í fleiri sera áhugaverdum greinum. Vit vilja fegnir fylgja tropp og geva okkara íkast eisini til slíka greinarøð og harvið vera við til at gera arbeiðið hjá myndugleikunum lættari og betri.

So vónandi fara okkara lesarar í framtíðini at síggja meira til júst spurningin um fólkaheilsu føroyinga.

Sosialurin