ODDAGREIN: Fólkaflokkurin uttanfyri

Orðaskiftið á tingsins fyrsta fundardegi, nú ólavsøkurøða løgmans var til umrøðu, var heldur tamt. Ikki kann sigast, at tað er tann stóri orðadrátturin millum samgongu og andstøðu - og stundum er ilt at meta um, hvør nú er í samgongu og hvør, ið er í andstøðu.

Politiska myndin er kám. Løgmaður legði nógv mál fram í ólavsøkurøðuni, sum semja als ikki hevur verið um. Okkurt kundi bent á, at løgmaður er farin at koyra eina harðari linju. Men Soleiðis er løgmaður ikki. Neyvan heldur hava fólka- og javnaðarfólk svølgt nógvar kamelar: Sjómannafrádrátturin og tilfeingisgjaldið, sum Fólkaflokkurin ikki vil nerta, og so ætlanina um at leggja niður røktarheimspláss, sum Javnaðarflokkurin hevur tikið frástøðu frá. Men tað er ikki bara orðaskiftið á tingi, sum bendir á, at tað kámast millum samgongu og andstøðu. Tað gjørdu fleiri floksformenn greitt í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi váttaði, at flokkur hansara als ikki tekur undir við nógvum hjá løgmanni. Hann heldur, at ein løgmansrøða eigur at snúgva seg um tað, sum samgonguflokkarnir eru samdir um og kunnu fáa ígjøgnum. Hetta tykiskt nú logiskt, men politikkur er nú als ikki altíð so logiskur og lættur at skilja.

John Johannesen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, legði í síni framsøðurøðu dent á, hvussu framúrskarandi samstarvsvilja Tjóðveldi hevur víst seinastu tíðina við at føra konstruktivan politikk saman við pørtum av samgonguni. Høgni Hoydal vísti í Degi og Viku á, at einasta leiðin til konstruktivan andstøðupolitikk er at taka av, tá tey kunnu fáa undirtøku fyri sínum politikki, eins og tey eisini kunnu taka undir við tí góða, sum kemur frá pørtum av samgonguni.

Alt bendir á, at vit í veruleikanum hava eitt minnilutastýri, har Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin geva Fólkaflokkinum okkurt slag av fríspæli, meðan hesir flokkar kunnu føra veruligan politikk saman við Tjóðveldinum - uttan um Fólkaflokkin.

Bæði málið um inntøkutrygdina og tilfeingisgjaldið eru mál, sum hesir tríggir flokkar kunnu gjøgnumføra. Men tað verður ikki gjørt saman við Fólkaflokkinum. Samstarv millum hesar tríggjar flokkar má so merkja, at fullveldispolitikkurin er lagdur til viks - og at vit aftur fáa okkurt slag av stig-fyri-stig politikki, sum alt frá tjóðveldi til samband kann taka undir við.

Kanska politiska skipanin umsíðir hevur lært seg at arbeiða við minnilutastýri stuðulsflokki?

» Føra veruligan politikk saman við Tjóðveldinum