Hetta er sera spennandi hjá okkum sum eygleiða føroyskan politikk. Tí nakað so reaktionert, sum broytingarnar hjá hesi samgonguni, er ikki hent í nýggjari tíð. Og vit vita eisini av royndum, at skattapolitiskar broytingar hjá Fólkaflokkinum verða ikki broyttar aftur. Eitt gott dømi um tað er sjómannafrádrátturin.
Tí má roknast við, at verður hendan flatskattaskipanin sett í verk, so verður hon ikki sett úraftur gildi í bræði. Heldur ikki, um Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mynda landsstýri.
Løgmaður sigur, at samgongan má út at selja boðskapin betur. Hann heldur, at fólk ikki hava skilt flatskattaskipanina, sum hann sigur ikki er so fløt kortini. Hann segði av Vaglinum leygardagin, at fakfeløgini ikki siga allan sannleikan um skattaskipanina. Hann meinti við, at tey ikki nevna, at tey sum tjena yvir 600.000 krónur rinda fimm prosent eyka og at tey, sum tjena yvir 1.000.000 krónur rinda 10 prosent eyka.
Álvaratos, harra løgmaður. Hvat er tað, tú roynir at siga? Fólkið á teimum niðaru rókunum hevur ongan kjans at koma upp á 600.000 krónur í ársinntøku, so tað er kanska ikki so løgið, at hetta ikki hevur so stóran áhuga hjá fakfeløgunum.
Vit hava nevnt tað á hesum stað nakrar ferðir, at fakfeløgini hava líka sum ligið sjóvarfallið av sær við ikki at koma við slíkum ávaringum fyri valið heldur enn eftir valið.
Hinvegin kunnu vit eisini siga, at eingin tók hatta flatskattauppskotið hjá Fólkaflokkinum fyri fult fyri valið. Í øllum førum ikki løgmaður. Hann lovaði – sum tann einasti floksleiðarin – at vit ikki skulu hava skattalætta. Hann segði kvøldið fyri valið í sjónvarpinum, at Føroya fólk skal ikki hava skattalætta.
Men sum vit hava sagt so mangan fyrr, so er ofta stórur munur á tí, tú sigur fyri valið, og so tað, tú sigur eftir valið.
Fólkaflokkurin hevur vunnið bæði valið, samgonguna og Jørgen Niclasen, sum fekk Kaj Leo Johannesen í løgmansstólin í 2008. Og tað var snilt. Tí við Kaj Leo Johannesen í løgmansstólinum, so hevur Fólkaflokkurin fulla valdið – flokkurin hevur buktina og báðar endarnar, og tað er tað, sum vit síggja aftur í skattakollveltingini, sum nú fer fram.