Eingin ivi er um, at tað verður ein torfør uppgáva eisini hesaferð at fáa hesa kabalu at ganga upp. Soleiðis vil tað altíð vera, har talan er um ymiskar flokkar við ymiskum raðfestingum.
Enn hava vit ikki hoyrt nógv um fíggjarlógaruppskotið annað enn, at fíggjarmálaráðharrin hevur meldað út, at tað skal vera yvirskot á fíggjarlógini hesaferð. Hvat hetta fer at merkja er ilt at meta um, men tað kundi borið á, at tað hevur gingið væl betri at fáa inntøkur í landskassan í hesum árinum, enn tað varð mett, tá henda fíggjarlóg varð sett út í kortið. Tá varð kalkulerað við einum undirskoti uppá meira enn 200 mill. kr.
Talan er her um eina rættiliga týðandi fíggjarlóg, tí hon er at meta sum tann fíggjarlógin, sum fer at merkja komandi løgtingsval. Spurningurin er tí, um fíggjarmálaráðharrin fer at geva einstøku landsstýrismonnunum langar teymar, soleiðis at teir við at seta nóg nógvar pengar av til mongu greinarnar, harvið eisini fáa betri møguleika at fara til eitt val uppá. Hugsast kann eisini, at fíggjarmálaráðharrin fer at stramma í og heldur vil hava eitt yvirskot á fíggjarlógini, sum hann so kann brúka í einum komandi valstríði.
Hetta landsstýrið hevur lovað nógv og verður nú strammað í fyri at fíggjarlógin skal geva yvirskot, so er hugsandi, at mongu lyftini ikki fara at verða hildin. Stór mál eru, sum samgongan segði hon skuldi loysa, og tað eru hesi, sum bæði andstøða og almenningurin fara at hava eitt vakið eygað við, eitt nú lyftini um at fremja ábøtur á eldraøkinum herímillum spurningurin um pensiónirnar. Hetta er kanska størsta einstaka málið, sum henda samgongan kann vinna ella tapa uppá.
Tað hevði eisini verið bæði rætt og gott, um andstøðan longu í hesi fasuni kom við ítøkiligum og realistiskum útmeldingum um, hvussu hon metir, at ein fíggjarlóg fyri 2007 eigur at síggja út sæð út frá dagsins veruleika tvs. veruligu búskaparligu støðuni í samfelagnum í løtuni og eisini grundað á útlitini fyri 2007.
Sosialurin