Oddagrein·Eykajáttanarlógir uppá kvamsvís

Í gjár fór tingið undir at viðgera álitini til fíggjarlóg frá Fíggjarnevndini. Umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Fíggjarnevndini, Vilhelm Johannesen var ein fyrstu røðarunum og fanst hann harðliga at landsstýrinum/samgonguni fyri at sítt fíggjarlógararbeiði.

Hann helt tað vera skeivt at byggja komandi fíggjarár uppá eykajáttanarlógir, nú sjálv fíggjarlógin er so ófullkomin og at meta sum eina klædda. Hetta fær helst fólk at minnast aftur á orðini hjá fíggjarnevndarformanninum Óla Breckmann, sum herfyri segði, at nú kundi tað vera nokk við at leggja eykajáttanarlógir fyri tingið. Við hesum vildi hann seta ein stoppara fyri tí nýggjan framgangsmátanum hjá Karsten Hansen at leggja eina eykajáttanarlóg fyri tingið og aðra eftir. Nú hevur so sami Breckmann givið fullkomiliga leyst og grønt ljós fyri, at hesin eykajáttanarpolitikkurin sleppur at halda fram. Hvar er trúvirðið hjá fíggjarnevndarformanninum, nú sett er út í kortið, at eykajáttanarlógir framhaldandi skulu vera høvuðsreglan heldur enn undantakið.

Sosialurin