Tað tykist sum øll tjóðin bíðar eftir rapportum frá embætisfólkunum, sigur løgtingsformaðurin. ið heldur, at vit hava nóg mikið av rapportum. Hvørjum bíða vit eftir, annað enn politiskum avgerðum? Eru tað ikki politiskar avgerðir, sum tróta? Bíðitíðin eftir rapportum má ikki verða brúkt sum skjól fyri at síggja út av onkrum, sum ikki er. Nú eru ovmikið av rapportum um at tryggja karmarnar hjá privatu vinnuni, men kortini haltar í ólukkumát, heldur Edmund.
Hann ótolnast eftir privatiseringunum og ger vart við, at vit bíða eftir politiskum avgerðum ikki minst við atliti at Europa og sum skilst: vinnupolitikkinum.??Tá hugsað verður um, hvussu friðarligt tað hevur verið í samgonguni hesi trý árini, so eru hesi orð tingformansins ein verulig skola og ein hvøkkur, sum eingin í samgonguni sleppur undan at fyrihalda seg til. Edmund er ikki hvør sum helst. Hann hevur landsins hægsta sess, er fyrrv. løgmaður og hevur mestsum gurustatus í Sambandsflokkinum. So er spurningurin, hví hann kemur út við hesum álopi júst nú og hvussu hinir flokkarnir svara aftur.
Vit eru, sum Edmund sjálvur vísir á, í einum valári. Hetta tykist vera tekin um, at valstríðið hjá Sambandsflokkinum longu er byrjað. Ávísir tingmenn í samgonguni eru eisini farnir at markera seg av álvara. Hetta er helst eisini eitt dømi um, at tingmenn eru frustreraðir um, at samgonguskjalið kann tykjast vera sett til viks av visjónsarbeiðinum, og at politiska arbeiðið tískil í ov stóran mun er latið embætisfólkunum. Hetta hevur jú leingi verið ákæran frá andstøðuni. Er henda tulking røtt, so má løgmaður, taka eitt ódnartak her og nú. Hann má áleggja sínum landsstýrismonnum at avgreiða stóru málini í samgonguskjalinum her í vár, soleiðis at samgongan stendur sum ein sterk virkisfús eind við einum greiðum politikki og ikki sum ein ósamd skipsmanning, har hvør í sínum lagi egnir sína línu.
Sosialurin