ODDAGREIN: Er fosturtøka politikkur?

Tað eru so mangir hættir, tú kanst nýta – ella misnýta til tess at fáa egn­an politiska vinning burtur. Støð­an hjá onkrum minnulutabólki kann vera hent, tað veri seg sam­kynd, misnýtarar ella ungar kvinn­ur, sum eru komnar illa fyri, eitt nú av einum barnsburði og harvið eini støðu, tær ikki ynskja sær at koma í.

Tað er lætt nokk hjá pop­u­list­iskum politikarum, sum ikki himpr­ast við at nýta Halgubók sum jarn­brot – heldur enn at vísa sín næst­r­a­kærleika í verki – at koma við ut­op­isk­um uppskot­um um hetta og hatta – sum tildømis hug­skotið hjá Jenisi av Rana at ætt­leið­a tey børn í Føroyum, sum í stað­in enda sum fosturtøkur.

Tað eru sjálvandi fleiri etiskir spurn­ing­ar knýttir at kjakinum um fost­ur­tøku – og sjálvandi er ta rætt at veita góða, professiónella ráð­gev­ing. Men harífrá og so til at tvinga kvinn­ur, sum eru vorðnar við barn kanska av eini neyðtøku, til at føða sítt barn ímóti sínum vilja fyri at onk­ur ann­ar skal fáa barnið, sum hes­ar mamm­ur so skulu síggja vaksa upp hjá onkrum øðrum. Tað er bein­leiðis óetiskt.

Enn er kortini einki konkret upp­skot komið á tingborð – og tað kem­u­r tað valla. Heldur man talan vera um at koma í fokus við enn ein­um um­stríddum máli.

Fyrispurningurin varð settur av­varð­andi lands­stýr­ismanni, sum tó ikki varð­ar av mál­i­num, tí tal­an er um danskt málsøki, um fel­ags­mál – og tí verður víst til rík­is­um­boðs­mannin, sum nú hev­ur fingið spurningin, tí tað er Stats­forv­alt­n­ing­en, sum tekur sær av slíkum spur­n­ingum.

Sambært hagtølum, so eru fost­ur­tøk­u­tølini í Føroyum lág – og sam­an­bor­ið við grannalondini sera lág, og mið­al­øtlini eru javnt minkandi. Tað bend­ir helst á, at lurtað verður eftir boð­skap­inum. Men at vænta at vit heilt sleppa undan fosturtøku, tað er í besta lagi naivt – og tann, sum blív­ur við at leggja hetta mál­ið fram til politiska støðutakan hev­ur valla annað endamál enn at kóka pol­it­isk­an vinning úr einum – fyri summmi – sera eymum máli, sum heldur skal viðgerast av pro­fess­i­ón­e­llum enn at vera brúkt sum poli­tisk kastibløka.

Tað er valla heldur meiriluti á tingi at stramma forsturtøkulógina, so kanska skuldi marginalu løg­tings­­fólk­i­nin eisini stungið fingurin í jørð­ina og nýtt politiska pallin til kon­struk­tivan politikk til gangs fyri land og tjóð.