Oddagrein· Eitt valdømi=landsplanlegging

Sosialurin kunnger í dag veljarakanning, ið vísir, at stórur meiriluti er fyri gera Føroyar til eitt valdømi. Meiriluti er eisini fyri hesum á tingi

.

 

Funnist verður at tingformanninum fyri at leggja slíkt uppskot fram. Tað átti at verið betri viðgjørt og ikki skundað ígjøgnum beint uppundir eitt val. Tingformaðurin vísir tí aftur og sigur, at tað fær ta viðgerð slíkt mál skal hava. Hann vísir á, at tá neyvan nakar flokkur fer at leggja tað fram, kennir hann tað sum sín rætt og sína skylda vegna alt løgtingið at gera tað.

 

Vit skulu ikki taka dagar ímillum, hvør hevur rætt og ikki, men vit staðfesta, at meiriluti er fyri at gera Føroyar til eitt valdømi millum tingmenn og í fólkinum. Tí er eingin orsøk til at bíða. Verður bíðað kann henda, at tað verður ongantíð lagt fram, at eitt nýtt ting fer at súlta tað, at ein nýggjur formaður ikki fer at síggja tað sum sína uppgávu osfr. Hví bíða, tá meiriluti er fyri hesum!

 

Avgerandi spurningurin er, um nýggj valskipan fer at styrkja høvuðsstaðarøkið og gera útjaðaran veikari. Vit halda, at nýggja skipanin fer at gagna demokratiinum og vera grundarlag undir bæði sunnari og tryggari politiskum og samfelagsligum viðurskiftum her á landi. Uppgávan hjá politikarunum verður tá tann sama fyri allar: líka mikið hvar í landinum teir búgva og virka, so er alt landið teirra ábyrgdarøki. Kjarnin í málinum er, at nú kunnu føroyingar fyri fyrstu ferð av álvara tosa um og arbeiða við landsplanlegging, har vit tilrættaleggja framtíðar íløgur og útbyggingar eftir hvat tænir øllum samfelagnum best og ikki bert einum lokalum øki. At vit tá sleppa undan dupultfunktiónum og harvið spill av ressursum og íløgum. Øll minnast vit 17 mannasamgongurnar, hvussu tann eini tingmaðurin megnaði at halda allar Føroyar í einum hvørkrataki. Við einum valdømi umboðar 17. maðurin ikki bert sína heimbygd, hann umboðar tá alt landið og kann harvið ikki ”misbrúka” sín sess til bert at tæna sær og sínum.

 

Eitt valdømi setir eisini nýggj og strong krøv til tingfólk, hvar tey enn búgva. At tey lyfta seg upp á eitt professionelt støði og seta sær størri krøv. Býr tú t.d. í Havn og er valdur á ting krevur tað, at tú kennir alt landið og ikki bert tín heimsstað. Eitt valdømi krevur av politikarunum, at teir bæði hugsa landspolitiskt og lokalpolitiskt um somu tíð. Infrakervið er so nógv útbygt og samskiftið somuleiðis, at tað ber til at vera landspolitikari og lokalpolitikari uttan mun til, hvar tú er stæddur. Landið er so lítið, at tað má og skal bera til at reka lands- og lokalpolitikk samtíðis. Hesi bæði mugu vera partur av somu søk. Tey mugu ganga upp í eina hægri eind. Tað fáa vit nú møguleika fyri við einum valdømi. Fortreytin er tó, at vit styrkja tær kommunalu eindirnar.

 

Sosialurin