Oddagrein· Eitt valdømi best fyri framtíðar Føroyar

Føroyar sum eitt valdømi tykist nú at gerast veruleiki. Tað liggur í kortunum eftir mongu úttalilsini seinastu dagarnar.

Tað eru og vilja vera ymiskar meiningar um hetta mál, og í gjár staðfesti løgtingsformaðurin í samrøðu við nýggju Rás 2, at málið hevði fingið drúgva viðgerð bæði í fólkinum, millum serfrøðingar og millum politikararnar. Givið er at verður tað ikki tikin avgerð nú um at gera Føroyar til eitt valdømi, so fer málið antin í gloymibókina ella fer tað fylla alt kjakrúmið komandi valskeið og flyta fokus frá mongu týðandi samfelagsmálunum.

 

Høvuðsatfinningarnar móti uppskotinum hava verið, at alt ov lítil tíð hevur verið til at viðgera tað, at tað eigur ikki at verða sett í gildi beinanvegin, at tað fer at elva til enn meira miðsavnan, og at vit kunnu rokna við at síggja flest tingfólk úr høvuðsstaðnum.

 

Eftir okkara tykki er tíðin komin til at taka hesa avgerð. Vit fara tá vónandi at fáa eitt meira professionelt lið av tingfólki, sum skulu til at síggja alt landið sum eina heild og ikki sum smærri øki, ið stríðast móti hvørjum øðrum. Hetta krevur tó eisini, at kommunalu eindirnar gerast færri og sterkari. Føroyar sum eitt valdømi fer so eisini at seta heilt nýggj krøv til politikararnar. Føroya løgting fer tá at verða mannað av landspolitikarum, sum allir hava skyldu til at virka fyri alt hetta landið og ikki bara fyri sína heimbygd ella bý . Hetta er nettup tað, sum hevur manglað í føroyskum politikki. Hetta er ørsøkin til, at vit ikki hava kunnað stungið út í kortið ein landsplan, sum hyggur eftir, hvussu vit útbyggja hetta samfelagið frægast fyri flest og soleiðis at vit sleppa undan teimum so afturvendandi og eyðkendu dupultfunktiónunum. Har politikararnir eru slopnir at oyðsla við avmarkaðu ressursunum.

 

Føroyar sum eitt valdømi kann tískil gerast nettupp tað, sum kann samansjóva hetta oyggjalandið og tryggja, at okkara ressursir og kreftir verða brúktar skilabest. Framtíðar politisku Føroyar skulu fevna um sterkar og harvið eisini professionelt væl riknar kommunur og so eitt Føroya Løgting, sum tryggjar, at fíggjarliga orkan verður umsitin á best forsvarligan hátt. Tíðin, har bygda- og kommunalpolitikkur verður rikin á landsins hægsta stað má vera eitt liðugt kapittul. Tað hava vit kommunurnar til.

 

Avgerðin at samtykkja hesa neyðugu og skilagóðu broyting burdi ikki at fingið avleiðingar fyri tað flokspolitiska samstarvið. Tí hon eigur at verða mett sum eitt yvirornað mál, sum tey, ið ikki taka undir, mugu góðtaka og síðani virka út frá hesum nýggja veruleika.

 

Sosialurin