Tað tykist løgið, um Miðflokkinum hevur eydnast at binda sínar samgongufelagar niðri hesum málum viðvíkjandi næstu fýra árini. Hinvegin, so er tað einki sum bendir á, at Føroyar eru klárar til hvørki fría fosturtøku ella til skrásett parlag, hóast vit við vissu kunnu siga, at tað er bæði nátúrligt og logiskt, at slíkar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Kortini fara helst bæði hetta valskeiðið og tað næsta við at ganga, áðrenn føroyingar eru klárir til tess. So her talar tíðin søk Miðfloksins.
Í dag er Sandoyartunnilin á breddanum. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tunnilin verður raðfestur eins og allar aðrar íløgur, og at tað als ikki er vist, at byrjað verður upp á tunnilin í september næsta ár, so sum sagt hevur verið – og soleiðis, sum undanfarna løgting samtykti. Ein løgtingslóg kann sjálvandi broytast.
Sum vera man ressast sandoyartingmenninir við av slíkum úttalilsum – men tað fer so at vísa seg, um teir kunnu vísa seg sum menn í hesum máli. Hava teir politiskt tev, so megna teir at telva seg fram, hóast tað kann føra til, at tunnilin verður útsettur eina tíð. Ein so stór íløga má sjálvandi gerast við fyriliti.
Tað fer so eisini at vísa seg, um tann seytjandi maðurin fer at spreingja hesa samgonguna. Hetta er í rættiliga stóran mun ein spurningur um, hvussu serliga teir báðir floksformeninir, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal megna at samstarva og at halda skil á flokkunum. Eisini hvussu Annita á Fríðriksmørk og John Johannessen sum leiðarar flokkanna á tingi megna at reka parlamentariska grundarlagið hjá samgonguni.
Í øllum førum, so er hendan samgongan eitt spennandi eksperiment. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eiga at kunna samstarva um nógv skilagóð mál – og tað eru hesi málini sum skulu raðfestast fram um smálutirnar.