Álopini á teir báðar risastóru bygningarnar í amerikanska stórbýnum og á sjálvt hjartað hjá amerikonsku hermegini, Pentagon, fáa serliga umrøðu um allan heimin júst í dag, nú tað eru gingin fimm ár, síðani henda í heimssøguni mest dramatiska og óhugnaliga terroratsókn varð framd.
Eldglæman frá flogførunum, ið sprongdust í luftina, tá tey raktu teir World Trade Center, hevur brent seg inn í nethinnuna hjá milliardum av menniskjum. Júst henda myndin man vera tann, sum í heimssøguni stendur klárast fyri flest menniskjum á jørð.
Og hvat kunnu vit so siga fimm ár eftir! Er hetta bara eitt minni, ið vit skulu taka fram henda dag ella er hetta nakað meira. Hendingarnar, sum komu í kjalarvørrinum á 11. september, hava verið eins álvarsligar og óhugnaligar sum sjálvar atsóknirnar henda eina dag. Men tíðin eftir 11. september hevur merkt okkum øll, hon ger tað framvegis og fer uttan iva at kennast langt inn í framtíðina.
11. september hevur gjørt altjóða terror til heimsfígginda nr. 1. Og í hesum sambandi hevur trygd fingið fremstu raðfesting. Lógir og reglur og fyriskipanir verða nú smíðaðar og gjørdar við 11. september sum útgangssstøði. Illgrunin um yvirgang er vorðin so djúpt gróðurfestur, at hann í nógvum førum er farin yvir gevind. Mong ósek merkja eisini sviðan av hesum. Annars hevur yvirgangur móti ósekum í Spania, Onglandi, Egyptalandi, Jordan oø. gjørt, at óttanin og eisini haturið, sum kom í kjalarvørrinum á 11. september, er at finna allastaðni.
Stríðið í Afganistan og kríggið í Irak, sum eisini vórðu avleiðing av 11. september, standa við. Tað var rætt at fara í hernað móti Taliban, tí hesir vóru partur av atsóknunum í New York og framdu andaliga neyðtøku av sínum egna fólki, kvinnunum. Hóast eingin av okkum tók undir við stýri Saddams, so var tó eingin haldgóð orsøk til at fara í kríggj. Sjálvandi mugu vit vera á varðhaldi, men vit mugu heldur ikki misbrúka 11. september til at rættvísgera egnar valdsgerðir. Atgerðir móti fátækradømi, órættvísi og brot á mannarættindi eins og diplomati og samráðing eiga at koma í hásæti.
Sosialurin










