Alingin hevur havt stóran búskaparligan týdning og hevur nú leingi verið eitt gott alternativ til siðbundnu fiskivinnuna. Men nú er alingin komin í djúpa kreppu. Prísirnir eru í botni og eginpeningurin er um at hvørva. Umhvørvislig viðurskifti og sjúkur hava elvt til stórar trupulleikar. Marknaður er svikaligur og sveiggini eru øgilig, samstundis sum vit við bert 4% av heimsmarknaðinum onga ávirkan hava á prísleguna.
Oman á alt hetta kemur so gølan við tí sjúka og sjálvdeyða alilaksinum, sum sigst vera útfluttur frá føroyskum alibrúki. At útflyta sjúkan og sjálvdeyðan alilaks er bæði ólóligt og óklókt. Ólóligt tí tað stríðir móti heilsufrøðiligum ásetingum, óklókt tí tað kann koma allari føroyskari fiskivinnu aftur um brekku. Lagt kann verða afturat, at hetta eisini í sjálvum sær er skeivt, tí slíkt ger man ikki, hvussu so illa stendur til búskaparliga.
Nú hevur ikki skortað uppá fordøming og moralskt forargilsi frá øllum síðum móti tí fyritøku, sum er undir illgrun. Vit fara ikki at taka lut í hesi fordøming, so leingi einki er prógvað. Hinvegin reisir henda sakin nakrar spurningar, sum vinnulívið og politisku myndugleikarnir eru noyddir at fyrihalda seg til. Ein spurningurin er, hvørt eftirlitið er nóg gott ella við øðrum orðum: hvussu kann slíkt koma fyri? Hesum mugu avvarandi landsstýrismenn greiða løgtingi og almenningi frá. Gera teir ikki tað, eigur málið at verða reist á tingi.
Annar spurningur er, hvussu skulu slíkar gølur kunnu fyribyrgjast í famtíðini? Tað eigur eisini verða spurt, nær vit frá avvarandi myndugleikum fáa eina almenna váttan fyri, at talan er um eindømi - at bert ein fyritøka hevur útflutt sjúkan og sjálvdeyðan fisk. Somuleiðis mugu somu myndugleikar sum skjótast veita vissu fyri, at slíkt ongantíð hendir aftur. Niðurstøðan kann bert vera, at her í roynd og veru er talan um eitt politiskt mál og politiska ábyrgdin má stafestast. Harvið er eisini sagt, at talan er um ein trupulleika, sum má fáa eina politiska loysn t.v.s., at lógir, reglur og mannagongdir mugu endurskoðast og strammast upp alt fyri eitt. At málið skuldi fingið aðrar politiskar fylgjur er lítið hugsandi.










