Eftir eina roynd frá Tjóðveldisflokkinum at fáa broytt samrøðuna ella steðgað henni gjørdist greitt, at hetta bar ikki til. Blaðið hevði heldur onga orsøk til at seta spurnartekin við tað, sum landsstýrismaðurin bar fram, um tað nú var borðbart ella ikki. Hann er vanur at úttala seg til pressuna og hevur fingið mest sum øll síni mál viðgjørd í blaðnum umframt at røður hansara hava verið á prenti. Hví skal blaðið so ikki taka tað fyri góða vøru, tá hann ger viðmerkingar til eitt mál, sum hann eisini er upphav til og so engageraður í! Uppgáva okkara er ikki at vera eitt slag av ansingareftirliti við tí, sum landsins hægstu menn og kvinnur bera fram í einum heitum politiskum orðaskifti. At landsstýrismaðurin sær tjøll á aljósum degi og tvíheldur um, at løgmaður við sínum úttalilsum ber seg at sum danskur leigusveinur, eru hansara orð, ósensurerað av okkum. Tey má hann vera maður fyri at standa aftanfyri og taka avleiðingarnar av. Soleiðis má skipanin virka.
Tá hann fer út og leggur Sosialin undir at hava manipulerað við sínum úttalilsum og leggur blaðið undir at hava lagt sær orðini í munnin og harvið vísir aftur, at hann skal hava úttalað nakað slíkt til blaðið, er greitt, at hann harvið leggur sama blað, ið altíð hevur givið honum innivist fyri sínum meiningum, undir at lúgva. Tá blaðið ger vart við, at landsstýrismaðurin vitandi sigur ósætt, tí vit hava úttalilsini á bandi, tekur Sjónvarpið søguna upp, ið tað eisini eigur. SvF ger tað einasta rætta og biðjur Sosialin um at fáa bandið. Her var talan um so serstakar umstøður, at blaðið metti tað vera rætt/neyðugt at lata SvF bandið. Tí varð bandið ikki spælt av, hevði Sosialurin staðið eftir sum lygnarin og manipulatørurin. Tí var tað rætt at lata SvF bandið. Tað er av týdningi fyri eftirtíðina, at politikarar kenna sínar egnu avmarkingar og avleiðingarnar fara teir ov langt. Tað er teirra uppgáva at kenna hetta markið. Leggja miðlarnir seg út í tað, so eru teir partur av tí politiska spælinum. Tað stendur tí fast, at endurgav SvF ikki bandið, stóð blaðið eftir sum lygnarin og tann, sum hevði manipulerað við orðunum hjá landsstýrismanninum. Og hann hevði kunnað vaskað hendur sínar sum einki var hent. Tá stóð hann kanska entá eftir sum tann forfylgdi. Men so væl spældi klaverið ikki. Til alla lukku fyri øll.
Sosialurin